Kaos
eftir Laura Lomas
Um tú ein dag vaknar seint, ikki nær bussin til arbeiðis og mást taka tann næsta, kann tað gerast byrjanin til nakað, tú ongantíð hevði ímyndað tær. Á næsta bussi kanst tú møta kærleikanum í lívi tínum. Tú verður gift, fært børn, og eitt av teimum flytur seinni uttanlands og verður politikari. Kanska endar barnið sum forseti. Ein dag mást tú fara á eina formliga vitjan og finna teg til rættis millum fólk, tú ongantíð hevði trúð, tú fórt at møta.
Hetta verður kallað the butterfly-effect, firvalda-árinið og er eitt kaos-ástøði; at sjálvt minsta hending kann fáa víðfevndar avleiðingar.
Í Kaos hyggja vit at eini røð av hendingum, sum broyta lívið hjá níggju ungum fólkum. Sum ein symfoni flyta søgurnar seg inn og út úr hvørjari aðrari og fram og aftur í tíð.
Ein drongur, sum driblar við bóltinum, verður óvæntaði miðdepilin. Ein genta torir ikki longur at vera heima. Ein drongur risikerar at missa pápa sín til hjartatilburð. Ein drongur missir trúnna á kærleikan. Ein genta verður vakt til at trúgva upp á rættvísi. Ein drongur verður álopin í einum bussi. Ein genta verður forelskað. Onkur sigur orsaka. Ein vil bara vera ósjónligur. Ein vil fáa sannleikan fram. Ein vil gera heimin logiskan.
Pápi Dan er vitni til eina hending í bussinum, og hendan hendingin hevur sett síni spor í tilveruni hjá Dan.
Chiarra mótmælir, tí støðan í heiminum er heilt út av lagi.
Bee kemur av óvart at siga okkurt óhóskandi við Aleph.
Michael hevur læst seg inni í sínum kamari, og vil ikki út.
Nýggja leiklistatoymið Tjóðpallur Ung, sýnir í samstarvi við Tjóðpall Føroya ungdóms-drama leikin “Kaos”, eftir enska leikritahøvundan, Laura Lomas.
Tjóðpallur Ung er ein hópur av níggju ungum fólkum, sum brenna fyri sjónleiki, og sum í september og oktober hava fingið undirvísing í leiklist frá føroyskum yrkissjónleikarum.
Í november mánað hava tey arbeitt við unga danska leikstjóranum Onnu Sharko. Anna er fødd og uppvaksin í Danmark, útbúgvin leikstjóri í Noreg og hevur røtur úr Ukraina og Russlandi.
Í hesum leikinum er ikki bara ein høvuðspersónur. Allar leikararnir í toyminum Tjóðpallur Ung eru á pallinum samstundis og hjálpa hvørjum øðrum at bera søguna fram á mál. Tey hava hvør sín leiklut, men í meldrinum eru tey ein vera, ein eind, eitt ensemble.
Tey ungu í leiktoyminum hava sjálvi og í samstarvi við leikstjóran greinað og tulkað leikritið, leiklutirnar og sambondini ímillum teirra. Tey ungu standa eisini sjálvi fyri palli, búnum, ljósi og ljóði við góðari sparring frá Sámal Blak, Súna Joensen og Heðin Ziska.
Søgan í leikinum er bygd upp sum smá brot og stuttar scenur, sum á ein domino-kendan hátt skumpa undir og ávirka hvørja aðra.
Tann reyði tráðurin, ið bindur allar søgurnar saman, verður avdúkaður so líðandi, sum leikurin gongur.
So hvørt sum leikinum líður, spinnast ymsar søgur fram – søgur um hvussu vit øll eru bundin at hvørjum øðrum, søgur um kærleika, søgur um sorg, um vreiði, um firvaldar og bóltar. Um kosmos og um kaos.
Leikrit – Laura Lomas
Týðing – Beinir Bergsson
Leikstjórn – Anna Sharko
Hjálparleikstjórn & leiklistafrøði – Ragnar Marr Erlandsson
Framleiðslustjórn – Magnus Reinert Gásadal
Pallmynd – Sámal Blak, Harald Egholm, Rókur Olsen, Sára Thomsen
Ljós – Súni Joensen, Annfríð Johansen, Amalia Samuelsen
Ljóð – Heðin Ziska, Anna Joensen-Næs
Búnar og smyrsl – Ronja Johansen, Stella Vang
Frumsýning fríggjadagin 4. desember kl. 19.00
Fylgjandi sýningar:
Leygardag-sunnudag 5.-6. desember kl. 18.00
Mikudag 9., hósdag 10. og fríggjadag 11. desember kl. 19.00
Atgongumerki 100 kr.
Leikarar
Harald Egholm – Dan
Magnus Reinert Gásadal – Aleph
Annfríð Johansen – Mo
Ronja Johansen – Emily
Anna Joensen-Næs – Somalia
Rókur Olsen – Michael
Amalia Samuelsen – Bee
Sára Thomsen – Chiarra
Stella Vang – Jane

Handan leikin
