Holið
Á einum oydnum stað, sum ikki er til, hittast fimm ferðandi.
Eingin leið er at hóma.
Tað einasta, ið bindur tey saman, er holið.
Holið má bøtast, fyri at tey kunnu halda fram.
Men hvussu bøtir mann eitt hol, sum kanska er meira enn bara eitt hol?
Meðan tey leita eftir eini loysn, stinga spurningar seg upp. Um hvørji tey eru. Um hvønn annan. Um felagsskap, ábyrgd og ynskið at hoyra til.
Holið er ein poetisk og skemtilig granskan av tí, at vera menniskja, av tí, sum vit bera við okkum, og holunum, sum vit royna at bøta.
Ella skulu tey bøtast?
---
Leikurin er kropsligur og uttan mál og er ætlaður vaksnum og børnum úr 7 árum
---
Leikurin varir umleið 1 tíma og 15 minuttir
LEIKARAR
Kristina Sundar Hanesn
Kristina Sørensen Ougaard
Rannvá Guðrunardóttir Niclasen
Búi Rouch
TÓNLEIKARI
Heðin Ziska Davidsen / Dánjal á Neystabø

Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

























