top of page

Leikárið

2010-11

Frumsýning

Feb 26, 2011

eftir Samuel Beckett

Meðan vit bíða eftir Godot

​

Eitt kvøld við ein veg og eitt træ. Tveir menn sum bíða eftir Godot. Hvussu leingi hava teir bíðað og hvussu leingi ætla teir sær at bíða og hvørjum bíða teir eftir? Jú, Vladimir og Estragon vita tað væl: Teir bíða eftir Godot. Men hvør er Godot? Og var tað Godot hann æt? Og var tað her? Og var tað í kvøld? Vóru vit eisini her í gjár? Kom avstað. Tað kunnu vit ikki. Hví? Tí vit bíða eftir Godot. Tað passar. Hvat gera vit so?

Frumsýning

Oct 23, 2010

eftir Anton Tjekhov

Kirsuberjagarðurin

​

Kirsuberjagarðurin er um góðsið hjá greivinnuni Ravénskaja. Hon hevur verðið í París í fimm ár, ímeðan hava beiggi hennara og adoptivdótturin havt ábyrgdina av góðsinum. Góðsið hevur skuld uppum skorsteinin orsakað av tí lívinum, sum greivinnan hevur ført. Ein vinur hjá familjuni keypir góðsið fyri at stykkja tað út til summarhús. Hetta er greivinnan hart ímóti, hon vil hava, at tann vakri Kirsuberjagarðurin skal standa so sum hann altíð hevur gjørt, men hon hevur einki boð, hvussu trupulleikarnir skulu loysast.

2010-11

​
    ​

Telefonavgreiðsla 

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 15:00

​

Teldupostur: info@tjodpallur.fo

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2025 Tjóðpallur føroya

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook
bottom of page