Soli Deo Gloria á Tjóðpallinum: Eitt kensluligt gosfjall

Jákup Bogi Joensen ummælir:

So gjørdu tey tað aftur. Tey á Tjóðpallinum. 
Leikurin Soli Deo Gloria er ein bæði meistarlig, sjáldsama viðbrekin og samstundis ein beint frammaná lýsing av kærleikanum við øllum sínum brigdum. Hetta er frágera væl og øðrvísi skrivað (og umsett) handrit og framúr væl framførdur leikur um grundleggjandi og stundum bondsku treytirnar at vera menniskja – tá tørvurin á kærleika er størstur og evnini at elska eru minst.

Hetta er øðrvísi og krevjandi leikur, sum náðileyst bjóðar av og konfronterar áskoðaran. Her er einki uttanumtos, einki er ballað inn. Og ikki alt er fyri særtar sálir. Høga ferðin og týttu skiftini millum ymisku søgurnar og frásagnirnar í leikinum gera, at áskoðarin verður hildin fastur og má halda tunguna mitt í munninum.

Leikurin er eitt kensluligt gosfjall. Ein eksistentiellur rutsjubani, har kenslurnar sveiggja frá rúsandi lukkukensluni til melankolskt dapurskygni og vónloysi. Frá tí mest inniliga og eyma kærleikanum til ráan beiskleika og hatur. Og alt har ímillum. Stríðandi mótsetningar og ymisk brigdi, sum lýsa víddirnar í menniskjanum og spennið í kærleikanum

Sum sagt verður um leikin í faldaranum frá Tjóðpallinum: “12 søgur um at finna, merkja, fáa, geva, líta á, missa, varðveita, tora, trúgva upp á og ynskja kærleika”.

Hetta eru søgur, sum lýsa eitt nú felagsskapin í parlagi og kensluna av djúpum einsemi. Um ábyrgd og ábyrgdarloysi. Um angist og ótta. Øði og vreiði. Skomm, skuld og skuldarkenslur. Ja, um alt tað, ið so mangan kann vera so trupult at seta orð á og tosa um.

Tað er júst hetta, sum leiklistin kann og megnar so væl. Leikurin Soli Deo Gloria er júst sum kærleikin. Hann má upplivast.

UmmæliAllan Dalsgarð