Opin venjing av Soli Deo Gloria

TIlvildarlig mynd

TIlvildarlig mynd

 

Nú hevur tú ein heilt serligan møguleika at sleppa við handan leiktjøldini á Tjóðpallinum. Kom til opna venjing av Soli Deo Gloria hósdagin 8. februar kl. 19.30

Uppliv kenda danska leikstjóran Christoffer Berdal arbeiða við teimum fýra sjónleikarunum á pallinum og fá innlit í listaligu prosessina fáar dagar undan frumsýningini.

Tað er ókeypis at vera við til opnu venjingina, sum varir umleið hálvan annan tíma. Undir venjingini verður gjøgnumgongd av útvaldum pallmyndum við leikstjóra og leikarum og aftaná er møguleiki fyri spurningum og práti við leikstjóra og leikarar.

Les meira um Soli Deo Gloria >

SOLI DEO GLORIA - opin venjing
DATO & TÍÐ: Hósdagin 8. februar kl. 19.30
STAÐ: Tjóðpallur Føroya, Tórsgøta 9, Tórshavn
KOSTNAÐUR: Ókeypis

Bílegg pláss her:

 
Allan Dalsgarð