Leitanin eftir at vera - ein skitsa

FB event (1).png
 

'Leitanin eftir at vera' er ein leikur bygdur á tekstir og myndir hjá Katarinu G. Nolsøe, um at finna vegin burturúr angist og depressión. Leikurin hevur frumsýning komandi ár, men longu nú verða áskoðarar bjóðaðir til ókeypis royndarsýning á Tjóðpallinum

Hvat er depressión? Hvussu er tað at hava angist? Finst ein vegur burtur úr tí? Hetta eru spurningar, sum ‘Leitanin eftir at vera’ roynir at varpa ljós á. Við leiki, myndum og tónleiki lýsir leikurin tilgongdina at koma fyri seg eftir depressión. At fara ígjøgnum tað at vera á botninum og einki kunna, til aftur at skapa sær eina tilveru. Leikurin er bygdur á egnar, persónligar upplivingar við sálarligari sjúku. Katarina G. Nolsøe, Gunnvá Zachariasen og Búi E. Dam hava skapt leikin út frá teksti og myndum eftir Katarinu G. Nolsøe. 

Tað, ið verður sýnt fram nú, er ein skitsa, fyri at vita, hvussu evnið og formurin roynist. Harumframt vilja vit fegin hoyra tykkara meining, spurningar, viðmerkingar og uppskot sum íblástur í komandi arbeiðnum við leikinum. Hetta er sostatt eitt heilt serligt høvi hjá øllum sjónleikaháhugaðum at koma við handan leiktjøldini og fáa eina øðrvísi uppliving á Tjóðpallinum.

Leikarar eru Gunnvá Zachariasen og Búi E. Dam. Búi E. Dam ger eisini tónleikin, meðan Katarina  G. Nolsøe er høvundur og leikstjóri. Verkætlanin ‘Leitanin eftir at vera’ er eitt samstarv við Tjóðpall Føroya.

Royndarsýningar verða á Tjóðpallinum 17. og 18. apríl bæði kvøldini kl. 18.00.

 

Tiltakið er fullteknað!

 
Allan Dalsgarð