Above and beyond

ABOVE AND BEYOND er ein skjóttgangandi, sansamettandi sýning, har klassiska søgan um øra vísindafólkið og royndarkaninina ger seg galdandi í tráð við spurningin um, hvussu eksponentiella menningin av talgildari tøkni seinastu áratíggjuni hevur sína ávirkan á menniskjað.

Talgild tól og appir eru vornir aktørar í dagsins samfelagi, ið krevja nógv av okkara kognitivu heilaresursum, og kappast sostatt við aðrar týdningarmiklar heilaførleikar so sum stutttíðarminnið, hugsavnan, og hvussu vakið okkara sansa-apparat er.

Hvat vit gera, hvussu vit sansa, hvussu vit føra okkum fram og atburður okkara millum verður meira og meira ávirkaður av talgildari tøkni í gerandisdegnum. Talgild miðlan hevur ein instantan eginleika, ið krevur, at vit mugu laga okkum til at móttaka nýggja informatión í sera høgari ferð. Tó er okkara tørvur á nærleika, friði, hvíld og sjálvsræði er enn tann sami sum fyri 100 árum síðani. Men ofta offra vit hendan tørvin til frama fyri tøkniligan og talgildan framburð uttan at spyrja nærri at, um hann gagnar okkara lívi.

Í hesum stykki traðkar áskoðarin inn í ein heim við estetiskum íblástri úr 60'ara science fiction, surrealismu og hipstaramentan. Tveir gátuførir leiklutir útføra ymiskt royndarvirksemi, ið trýstir kognitivu heilaresursirnar og kropsligar førleikar til tað ytsta. Hetta við einum koreografiskum konsepti, ið er makan til tað talgilda: títt, tilvildarligt, instant, og við einari rúgvu av undirliggjandi turrum humori og fangandi tónleiki.

Sostatt eru modernaður dansur, performance-list og ein heimagjørd elektronisk maskina við til at skapa eitt pall-landslag og eina hendingargongd, ið pallsetur skuggasíðuna av talgildari tøkni: troytta og útlúgvaða kroppin sum metafor fyri gjónna millum ta ovurstóru mongd av kunning, ein noyðist at halda skil á í 21.øld, og hvat okkara kroppar og tilvitska evolutionert megna.

Koreografur: Daphna Horenczyk
Dansarar: Búi Rouch og Daphna Horenczyk
Ljós-sniðgeving: Súni Joensen
Listalig ráðgeving: Ariel Cohen og Luan de Lima de Silva
Rekvisittir: Ilya Kull
Plakat og grafisk sniðgeving: Doris Maximiliane Würgert
Tónleikur: Naduve, The Residents, Soulwax, Lady Gaga
Treylari: Fabian Schober
Stuðlar: Tjópallur Føroya, Leiklistaráðið, Mentanargrunnur Landsins, Tórshavnar Kommuna

Les meira um Daphna Horenczyk og sýningina her >


Sýningar: 

4. januar kl. 19.30
5. januar kl. 19.30
6. januar kl. 20.30

Longd: 1 tími
Prísur: 200,-

GestaleikirAllan Dalsgarð