Skrímslalív á ólavsøku

Væl umtókti pop-up leikurin SKRÍMSLALÍV hjá Karavella Marionett-Teatri verður at síggja á Tjóðpallinum um ólavsøkuna.

Søgan er um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl. Lítla skrímsl fær vitjan og Stóra Skrímsl er keddur og øvundsjúkur. Teir klandrast og gerast vinir aftur. Teir leita eftir burturmistu skrímslakiskuni og reypa og klintra í trøum. Vinarlagið teirra millum er grundarlagið undir øllum hendingunum. Eitt veruligt vinarlag tolir eitt sindur av hvørjum.

Leikurin er yvir 4 av kendu skrímslabókunum hjá Rakel Helmsdal, Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler.

Gunnvá Zachariasen leikstjórnar og Rakel Helmsdal spælir.

Hesin leikur brýtir upp úr nýggjum innan dukkuleik í Føroyum. Higartil hevur Karavella Marionett-Teatur nýtt klassiskar marionettir – tráðdukkur – til allar sínar leikir, men í Skrímslalív er alt gjørt úr pappíri, bæði pallur og leikarar. Leikhúsið ein risastór støkkmyndabók ella pop-up-bók. Tí kalla vit Skrímslalív ein pop-up-leik!
 

 

Sjey sýningar verða

Mikudagin 26. juli kl. 16.30 | KEYP

Hósdagin 27. juli kl. 15.00 | KEYP

Hósdagin 27. juli kl. 18.30 | KEYP

Fríggjadagin 28. juli kl. 15.00 | KEYP

Fríggjadagin 28. juli kl. 16.30 | KEYP

Leygardagin 29. juli kl. 15.00 | KEYP

Leygardagin 29. juli kl. 16.30 | KEYP