Tornið við heimsins enda

Ráðstevna - Oyggjar og skaldskapur

Í Norðurlandahúsinum og á Tjóðpalli Føroya

Við støði í skaldsligu útsøgnum William Heinesens um Føroyar sum ein heilan heim í einum sandkorni bjóðar Norðurlandahúsið til eina stóra bókmentaráðstevnu. Vit hava boðið yrkjarum og akademikarum av smáum oyggjum og fjarskotnum økjum úr øllum heiminum at kjakast um evni sum, hvønn leiklut oyggjar og oyggjabókmentir hava í samtíðarbókmentum, sambandið við havið, oyggjar sum undandtaksstøð, spenningin ímillum tað fólksliga og tað heimsborgarliga og mangt annað. Ráðstevnan fer m.a. at umfata fyrilestrar, pallborðkjak og readings.

Rithøvundar: Sjón (IS), Jamaica Kincaid (Antigua), Donna Morrissey (New Foundland/Canada), Marcello Fois (Sardinia), Minae Mizumura (Japan), Carl Jóhan Jensen (FO), Filinto Elisío (Cap Verde), Ulla-Lena Lundberg (Åland), Robert Alan Jamieson (Shetland), Laksmi Pamuntjak (Indonesia), Niviaq Korneliussen (GL), Yoryis Yatramanolakis (Crete).

Vísindafólk: David Damrosch (US), Margaret Cohen (US), Delia Ungureanu (Hungary), Henk van der Liet (Netherlands), Kirsten Thisted (GL/DK), Malan Marnersdóttir (the Faroe Islands), Paulette A. Ramsay (Jamaica), Ottmar Ette (Germany), Gottskálk Jensson (Iceland), Ástraður Eysteinsson (Iceland), Pete Hay (Tasmania), Bergur Rønne Moberg (the Faroe Islands)

Øll tiltøk eru ókeypis.