ELEKTRA - seinastu sýningar nærkast

ELEKTRA hevur nú spælt á Tjóðpallinum í tvær vikur og skjótt verður farið undir seinastu sýningarnar. So nú ræður um at skunda tær, um tú eisini vilt uppliva henda stórfingna leikin, sum er róstur av bæði áskoðarum og ummælarum.  

 

Spælt verður soleiðis í vikuskiftinum

Fríggjadag 10/2 kl. 19.30
Leygardag 11/2 kl. 18.00
Sunnudag 12/2 kl. 18.00

Allan Dalsgarð