UM MÝTUR – TANKAR VIÐVÍKJANDI SJÓNLEIKINUM ELEKTRA.

Í livitíðini hjá mannaættini eru mýtur okkurt gamalt og fornt, men í livitíðini hjá tí einstaka menniskjanum eru tær eitt tekin um aldur og búning.
— Thomas Mann, 1936, “Freud og Framtíðin"

Mýtur – skapanarsøgur – eru søgur, ið gera at vit skilja okkum sjálvi betur.

Kim Dambæk, leikstjóri

Kim Dambæk, leikstjóri

Mýturnar í tí griksku kosmologiini ganga aftur til Náttina/Nyx – ið tekur skap sum ein fuglur, og verpur eitt egg í myrkrinum. (Nyx er ein gudinna, sum sjálvt Zeus, høvuðsgudurin, ið seinni kom til, hevur virðing fyri.)

Burturúr egginum kemur Eros og sameinir tað, ið fanst í egginum: himmalin og hitt stóra gapið, Kaos. Burturúr tí føðast Okeanos (havið) og Thetis (móðirin) – tað mannliga og tað kvinnuliga, væta og sáð, og jørðin, ið verður fruktagóð.
Skapandi.
Móðir teirra var Nyx – náttin. 
Sæð við mýtologiskum eygum er móðirin hin upprunaligi og fyrsti guddómurin. Hin stóra Móðirin. Tað kvinnuliga, tað móðurliga, er upprunaliga tað sterkasta.

Úr sameiningini hjá Okeanos og Thetis kemur eitt “hav” av gudum – m.o. Elektra, ið merkir rav, sum høvuðspersónurin í leikinum, dóttir Agamemnon, eitur eftir. Gudinnan Elektra er hin váta havdísin og móðir Iris, ælabogan.

Sambandið millum faðir og dóttir, Okeanos og Elektru, er sterkt – rav, í skapi sum dropar, tár á aldunum.

Sum søgulig tíð gongur verður tað mannliga sterkari og tekur valdið frá tí kvinnuliga. Hin gamla dyrkanin av kvinnuni-móðirini verður skift um við dyrkan av tí mannliga. Í staðin fyri sameining og “bæði/og” dyrka vit nú “antin/ella.”

Bardagan.
Hevndin verður nýtt til at endurvinna valdið. Móðurdrápið er, eftirsum móðirin er hin upprunaligi guddómurin, tað størsta tabu – og er ein óhugsandi gerð.

Krýsotemis (Gylta Rættvísi) ber við sínum trúfesti til móðirina ta matriarkalsku heimsskipanina við sær – meðan Elektru bert leingist eftir faðirinum.

Sofokles skrivaði sjónleikin um mýtuna, tá hann var enn longur burtur frá hendingunum enn vit í dag eru frá honum (2500 ár), og hann setur hendingarnar á spreingiknøttin, við at lata sonin vera tann, ið drepur móðirina.

Soleiðis verður enn meira frástøða til dyrkanina av Móðirini.

Í hjartanum á hesum sorgarleiki um ólukkuligu gentuna, ið vil hevna morðið á faðir sín, eru stórar kreftir, ið stríðast, bardagin verður førdur aftur til stríðið millum tað mannliga og tað kvinnuliga. Matriarkatið og patriarkatið. Tað mannliga hevur yvirtikið mentanina, vit liva í. Tað mannliga, sum heldur í hevd hevndarmentanina.

Upprunaligu “kongshúsini” vóru matriarkatir – t.v.s. fríggjarar komu uttaneftir og fríggjaðu til prinsessuna, sum var dóttir hansara, ið ráddi fyri borgum. Eftir eitt áramál vórðu kongarnir offraðir til kvinnuligar guddómar. Í sagnum og mýtum finnast slóðir eftir at Agamemnon upprunaliga varð offraður við hásummarsoffring og at Aigistos fekk trúnuna. Klýtaimestra var sitandi drottningin eftir at fyrsti maður hennara var offraður til gudarnar.

Aigistos forðar Elektru í at fáa børn og familju við møguligum fríggjarum og komandi kongum.

Orestes verður, eftir at hava dripið mammu sína, Klýtaimestru, í eitt ár eltur av Erinýunum, sum eru upprunaligir kvinnuligir guddómar, til hann næstan verður óður í høvdinum.

Í Aten kemur hann fyri rættin fyri móðirmorðið. Gudurin Apollon er verji – Erinýirnar ákærar. Apollon verjir m.a. Orestes við at siga, at móðirin er ikki annað enn ein velta, har maðurin leggur sítt dýrabara sáð. Í fystu atløgu stendur á jøvnum millum partarnar. So avger gudinnan Atena til fyrimun fyri Orestes – til fyrimun fyri teimum mannligu gudunum við Zeus á odda. Orestes kann byrja lívið aftur. Ein av Erinýunum heingir seg í sorg um dómin.

Søgan um Elektru, Krýsotemis og Orestes sigur altso frá um afturvendandi hevndarhugin, ið ikki førir annað við sær enn óeydnu og sorg.

Allir partar verja sína støðu, men eingin dugir at tosa saman.

Fuglurin, náttargalurin, grætur um gongdina.

Kim Dambæk, leikstjóri.