ELEKTRA – á knívseggini millum hevnd og fyrigeving

Leygarkvøldið 28. januar verður frumsýning á Tjóðpallinum av grikska klassikaranum Elektru eftir Sofokles. Ein leikur um kærleika, longsul, svik og trupla valið millum hevnd og fyrigeving. Ein leikur, sum hóast 2500 ára gamal, nærmast tykist ræðandi aktuellur í 2017.

Tjóðpallurin hevur, við fyrsta leikverkinum í 2017, leitað aftur til vøgguna hjá leiklistini. Til ein av stóru klassikarunum, ið krevur nógv av bæði leikarum, leikstjóra og pallmyndini. Gunnvá Zachariasen spælir Elektra, ið er ein av stóru og kendu kvinnuleiklutunum. Hinir leikararnir eru Hans Tórgarð, Durita Dahl Andreassen, Hjálmar Dam og Beinta Clothier og tey sleppa veruliga at vísa síni evni í hesum álvarsama leiki við sínum poetiska málbúna og bundna formi. Pallmyndin hjá Jan de Neergaard er gandakend og minimalistisk og broytist støðugt í ljósi og liti og er ein flottur karmur um hesa hugtakandi og dramatisku søguna.

Hans Tórgarð hevur hegnisliga flutt tekstin yvir í føroyskt úr ensku útgávuni hjá Frank McGuinness.

Leikurin fer fram í kongshúsinum, har Elektra syrgir deyða faðir sín, meðan hon bíðar eftir at bróðirin Orestes skal koma heim aftur …

Um ELEKTRU

Atreus’ synir, Agamemnon og Menelaos, vóru herovastar í grikska herinum, sum fór móti Troia at vinna aftur Helenu, konu Menelaosar. Teir vildu hevna og leggja í oyði býin, ið hevði rænt hana.

Áðrenn flotin setti segl, varð Agamemnon noyddur at offra dóttir sína Ifigeneiu fyri at blíðka gudinnuna Artemis, so veður og vindur vóru teimum til vildar. Hetta gjørdi hann, flotin vann fram til Troia og tíggju ár eftir vendi hann heim sum hetja. Ímeðan høvdu kona hansara Klýtaimestra og fríggjari hennara, Aigistos, systkinabarn Agamemnon, gjørt av at drepa hann tá hann kom heim. Agamemnon varð myrdur og Aigistos nýggjur kongur í Mýkena.

Døtrarnar Elektra og Krýsotemis livdu í deyðans húsi í mong ár. Men yngsta barnið, Orestes, varð fluttur burtur av einum trúgvum tænara, sum ól hann upp í fremmandum londum, til gudurin Apollon beyð Orestes at venda heimaftur og hevna faðirmorðið.

Myndir: ©Heinesen myndir / Tjóðpallur Føroya