Leikur og matur

Byrja kvøldið við einum góðum bita í Áarstovu áðrenn sýningina á Tjóðpallinum. Í samstarvi við Áarstovu bjóða vit nú okkara gestum møguleika at njóta ein góðan bita, áðrenn farið verður til leik á Tjóðpallinum. So kunnu tit veruliga njóta eitt heilt kvøld við hugna, matlist og leiklist á hægsta stigi.


Matskrá í Áarstovu:

Týsdag - hósdag verður farið til borðs kl. 18.00 áðrenn sýning kl. 19.30
Sunnudag verður farið til borðs kl. 20.30 aftaná sýning kl. 18.00

_____

2 rættir úr matskránni
við drykkivørum

_____

Vel millum høvuðsrætt og dessert ella forræt og høvuðsrætt

 

Kostnaður 740 kr

 

Tilboðið er galdandi í sambandi við sýningar týsdag, mikudag, hósdag og sunnudag og skal  bíleggjast í seinasta lagi dagin fyri sýningina.