Ung og lesandi til sjónleik fyri hálvan prís

Ert tú undir 25 ár ella lesandi? So hevur tú tryggjað tær bílig atgongumerki til allar leikir á Tjóðpallinum.

Mentanartilboðini eru nógv og  kappingin er hørð um tíðina og krónurnar hjá teimum ungu. Men Tjoðpallur Føroya vil nú gera sítt til at enn fleiri ung sleppa til sjónleik. Tí bjóðar Tjóðpallurin, sum nakað heilt nýtt, ungum undir 25 ár og lesandi atgongumerki fyri hálvan prís. Tilboðið er galdandi til allar sýningar á Tjóðpallinum týsdag - hósdag, og atgongumerkini verða keypt eins og vanlig atgongumerki í atgongumerkjasøluni á netinum. 

Vit vilja fegin stimbra hugin og gera tað lættari hjá teimum ungu at uppliva føroyska leiklist á hægsta stigi. Tí hava vit valt at geva teimum ungu og lesandi ein serligan avsláttur og bjóða teimum vælkomnum á Tjóðpallin.
— Jenny Petersen, stjóri á Tjóðpallinum

28. januar 2017 hevur ELEKTRA, eftir Sofokles, frumsýning á Tjóðpallinum.