HAVFRÚGVIN. Atgongumerkjasølan er byrjað!

Jóanes Nielsen hevur gjørt tað aftur. Hesuferð við einum maritimum trýkantsdrama, sum við kenslum, tøkni (og táknum) spreingir karmarnar á Tjóðpallinum. Keyp atgongumerki nú til størstu sjónleikaupplivingina í ár. 

Leygardagin 17. september hevur HAVFRÚGVIN eftir Jóanes Nielsen heimspremieru á Tjóðpallinum. Lagt er upp til eina stórhending bæði so og so. HAVFRÚGVIN er eitt maritimt trýkantsdrama um tær stóru kenslurnar, kærleika, vinalag, familjubond, brostnar dreymar og djúp loyndarmál úr fortíðini.

Talan er eisini um eina stóra uppseting, har pallmynd, ljós, ljóð og video trykkprøva karmarnar á Tjóðpallinum, sum ongantíð áður. 

Harumframt hava stór nøvn skapt hesa uppseting: Eyðun Johannessen, the grand old man, Sámal Blak, Heiðrik á Heygum, Jens L. Thomsen, Hjálmar Dam, Annika Johannessen og fleiri onnur.

So um tú vilt hava eina stóra sjónleikauppliving, kanst tú tryggja tær atgongumerki nú.