Allarseinastu sýningar av 'Jørðin er eitrað'

Nú er seinasti møguleiki at uppliva áskoðara- og ummælararósta leikin 'Jørðin er eitrað' á Tjóðpallinum. Allarseinasta sýning verður hóskvøldið.

Spælt verður í kvøld og sunnukvøldið kl. 18 og síðani týskvøldið, mikukvøldið og hóskvøldið kl. 19.30.

So nú ræður um at skunda tær, meðan jørðin enn er eitrað, um tú eisini vilt uppliva henda serstaka, viðkomandi og nemandi leik.