Ummæli av Jørðin er eitrað

Gulla Øregaard

Tjóðpallur Føroya hevur við nýskrivaða leikverkinum “ Jørðin er eitrað”  eftir Maritu S. Dalsgaard og Beintu Clothier sett ljós á føroyskar ónevndar krígsveteranar. Krígshelvitið Afganistan verður, sum ein onnur skjalagoymsla, latin upp fyri føroyingum, sum higartil hava kunnað livað í friði og náðum.

Leikurin er ikki fyri viðkvæmar sálir, men vísir ísakalda veruleikan hjá teimum føroyingum, sum sjálvvaldir fóru í danska herin og gjørdust hagtøl um krígsveteranar. Tað var bara tað, at teir sum búgva her á klettunum, eru ikki vardir av teimum fyriskipanum, sum danskir krígsveteranar eru.

Tá ið eg hetta kvøldið fór til sjónleik, so hugsaði eg mest um at síggja, merkja, sansa tað leiklistarliga, men eg varnaðist gjøgnum leikin,  at politikkur í danska ríkisfelagsskapinum er torførur. Vit føroyingar hava ein trupulleika, sum er av tí slagnum, sum samleiki er vovin úr.

Alt gott um ríkisfelagsskapin, men okkara støðuga stríð fyri at gerast leys av felagsskapinum gruggar næstan øll mál, og hesin leikur vísir á veikleikan. 

Krígsveteranarnir úr Føroyum fóru sum einstaklingar í danska herin, og síðani í kríggj í Afganistan. Teir fóru einsamallir í tøgn av klettunum. Í flestu førum komu teir eisini í tøgn og einsemi aftur.

Leikurin “Jørðin er eitrað” er frálíkt nýbrot innan føroyskan sjónleik. Marita S. Dalsgaard, leikstjóri, hevur við hesum leiki, ella sum tey rópa tað dokudrama, prógvað, at hon bæði er nýhugsandi og før fyri at umskapa hugsan til viðkomandi sjónleik. Hesin sjónleikur er eisini eitt politiskt skjal um Føroyar/Danmark viðvíkjandi hesum økinum um krígsveteranar.

Leikurin vísir gjøgnum áhugavert spæl serstaka sambandið millum hermenn, sum uppstendur, tá ið menn og/ella kvinnur eru á hermótinum. Heimferðin hjá hermonnum til Føroyar gerst serliga kensluliga avbyrgjandi, tí vit her heima skilja ikki, hvat teimum hevur verið fyri.

Nógvar leikmyndir eru nemandi um samspælið og kærleikan millum mann og kvinnu, sum hava kríggið sum fígginda.

Georg L. Petersen, journalistur, hevur við serritgerð til sína kandidatútbúgving í 2013 lýst støðuna hjá føroyskum krígsveteranum, og frá hesi serritgerð hevur Marita S. Dalsgaard, leikstjóri, eisini fingið  íblástur at fara undir eitt leikverk, sum sjónligger ikki bara føroyskar krígsveteranar, men eisini, hvat kríggj ger við mannasinnið.

At skapa ein sjónleik krevur nógv. Tað er krevjandi at granska, og tað sum Marita S. Dalsgaard saman við Beintu K. Clotier hevur gjørt, er onki minni enn eitt roysni. Tær báðar hava upp á sera stutta tíð granskað, stykkja saman og skrivað eitt gott leikrit. Her eru umfatandi faktuellir upplýsingartvinnaðir saman við myndum um sinnisórógv, truplar persónligar støður hjá krígsveteranum.

Har eru leikmyndir, sum byggja á transkriberingar, leikmyndir, sum eru gjørdar við skrivaraborðið (hugsaðar) og leikmyndir, sum byggja á improvisatiónir. Í umskrivingartoyminum hevur Fríða Midjord havt sítt pláss.

Samansetta málið um kríggj, samleika, frástøðu, ræðuleikar, einsemi, kærleika og samanhald er bæði krevjandi og umfatandi. Tað hevur eydnast toyminum, handan verkætlanina at bera leikin væl fram.

Leikurin er umframt serritgerðina bygdur á samrøður, skjøl og annað hjá danska hervaldinum, og ikki minst samrøður við føroyskar krígsveteranar.

Leikurin er uppbygdur í nógvum leikmyndum, og eru tær skornar so nær, at tær kundi eins væl verið sum filmssekvensir.

Hjálmar Dam, leikari, er framúr í síni vøkru og inniligu tulking av ymsu sinnisstøðunum, sum hesin veteranur, frá tíð til aðra, stendur í. Eisini lýsir hann sterkt sítt ráðaloysi og sítt máttloysi, tá ið kríggið í flash back vísir sítt ljóta andlit. Rødd, kroppur og karakterur renna saman í góða heild. Samspælið við sín viðleikara fungerar væl. Tey bæði Beinta og Hjálmar klæða hvørjum øðrum sum leikarar.

Beinta K. Clothier, leikari og høvundi í leikverkinum, ger fleiri karakterir. Hon er: mamma, genta, kvinna, sálarfrøðingur og hermaður. Hennara presisión og trygga spæl er ein frøi at uppliva.

So komi eg til tær spælistøður, har eg haldi leikurin hevur onkran veikleika.

Leikmyndin av donskum sálarfrøðingi, sum samskiftir við føroyskan hermann, hevur eitt brá av spei og hetta órógvar. Myndugleikin og hermaðurin høvdu verið meira sannførandi, um senan var natúralistisk. Eftirspælið hjá sálarfrøðingum vísir tó hennara máttloysi, og fær teg til at hugsa um, at fakfólkini, sum skulu hjálpa, eisini kenna sær trega og órógv.

Skiftini millum nakrar leikmyndir vóru darvaðar av, at eyðmerkingin av karakterinum ikki er so neyv.

Kanska var minimalisman í leikinum vald framum at hava nakrar fleiri búnar, ella og/ella rekvisittir.

Málsliga helt eg meg hoyra nokso nógvar danismur.

Samspælið millum tøkni og leik er øgiliga væl frágingið.

Pallurin er ikki heilt vanligur, og vekir ans. Svarta boksin í Tjóðpallinum riggar hesa ferð serliga væl. Ein veruliga nútímans máti at tora eitt rúm við leikarum, áskoðarum, ljósi og ljóði, har sjálva spælið er í fokus. Turpin N. Djurhuus, ljósmeistari, hevur umframt ljóssniðgivið og gjørt videofilm eisini gjørt pallin saman við leikstjóranum. Har komu videomyndirnar serstakliga til sín rætt. Sjálvt pallsmíðið hava Nicolaj Falck og Sámal Clothier gjørt.

Tónlista- og ljóðmaðurin Joachim Holbek, sum er kendur tónasmiður bæði til leik og film, hevur sett sítt ljóðunivers saman, soleiðis, at hetta stuðlar leiki og leikarum væl. At hann so eisini hevur skapað ógvuslig bumbu- og krígsljóð, so tú eina løtu trýrt, at tú er stødd á vígvøllinum, er imponerandi.

Seinastu myndirnar í “Jørðin er eitrað” eru linnandi góðar í tónlistarligum strokum, nú kenslusjálvtar hava lagt seg. Menniskjað, himmal og tóni renna saman.

Leikurin setir spurningar. Hví so nógv kríggj? Hví so mangir ungir menn, sum fella á hermótum runt í heiminum? Heimurin sýnist í løtuni lítíl og sárbærur.

Í einum prestatiónshungrandi heimi skilji eg, at ungir menn verða hugtiknir av tí ultimativa, sum kríggj nú einaferð er.  Men, hvat fær ungar menn sjálvbodnar at fara í kríggj, tá ið vit síggja dagliga tær syndarligu avleiðingarnar?

Kríggj skapar adrenalin.

Kríggj fær eisini menn og kvinnur at hyggja meiningsloysið í eyguni.

Kríggj kostar opin sár og stjelur sálarfrið, men fólk kenna seg seg á lívi.

At verja ein minni mentan liggur djúpt í menniskjanum.

At gera mun stívar av.

At geva innlit og vitan skapar hugsan.

At fáa innlit og vitan kann geva andvekur.

Havi hug at spyrja: “Hví er tað ikki” in” at ganga friðargongur?

Tjóðpallurin hevur við leikinum “Jørðin er eitrað” sett ljós á, at eins væl, og ein minnilutabólkur júst í hesum døgum stríðist fyri sínum rættindum sum samkynd,  so hevur føroyski leikpallurin tikið eitt sera viðkvæmt evni upp. Hvussu skulu Føroyar hjálpa føroyskum krígsveteranum at liva við upplivingum, sum hava gjørt mein?