Tiðnað minni úr Afganistan á Tjóðpallinum

'Jørðin er eitrað' er eitt nýtt føroyskt dokudrama, sum lýsir kríggj gjøgnum føroyskar krígsupplivingar í Afganistan - innanifrá gjøgnum samrøður við veteranar, teirra avvarandi, journalistiskt og vísindaligt tilfar.

Evnið “føroyskir veteranar” hevur ikki verið lýst fyrr enn Georg L. Petersen í 2015 skrivaði eina ritgerð um tað. Henda ritgerð er upprunaligi íblásturin til leikin

Tey eru veteranar frá einum landi uttan hermegi. Tey tæna einum landi, sum sigur seg hjálpa sínum egnu, men hvørs tilboð í veruleikanum bara røkka frá Bornholm til donsku vesturstrondina. Og í Føroyum hava vit ilt við at skilja fólk, sum velja at fara í hertænastu. Hetta er samstundis, sum allir veteranar, ið hava verið á ógvusligum hermótum, hava brúk fyri bæði sosialum og møguliga sálarligum stuðli, umframt viðurkenning eftir heimkomu.
Men hvar er sosiali stuðulin, tá føroyingurin ikki vil kennast við veteranin? Hvar er sálarligi stuðulin, tá hann verður veittur umvegis Skype? Og hvar er viðurkenningin, tá hon er ein medalja í postkassanum?
— Georg L. Petersen, journalistur

Meðan stórir partar av heiminum í dag eru ávirkaðir av kríggi, er friður í Føroyum og eingin hernaðarskylda. Kortini hava summir føroyingar valt at fara í kríggj sum soldátar í danska herinum og luttikið á Balkan, í Irak og Afganistan. Kríggið í Afganistan vardi í meira enn 10 ár, og fyri tann einstaka soldátin var hetta mest krevjandi kríggið hjá danska herinum í nýggjari tíð.


Leikarar: Beinta Clothier og Hjálmar Dam
Leikstjórn: Marita S. Dalsgaard
Ljós og videodesign: Turpin N.Djurhuus
Tónleikur: Joachim Holbek og Teitur Lassen