Kærleiki, longsul, vón, bumbur og kleynur á palli

Mynd: ©Marita S. Dalsgaard

Mynd: ©Marita S. Dalsgaard

'Jørðin er eitrað', ið varð frumsýndur á Tjóðpallinum 15. mars, er ein leikur um upplivingar hjá føroyskum krígsveteranum - eitt sjáldsamt, rørandi og sera viðkomandi evni. Leikurin hevur fingið allarbestu skoðsmál frá bæði ummælarum og áskoðarum og farið verður nú undir seinastu sýningarnar.

Eitt, sum eyðkennir upplivingarnar hjá áskoðarunum, er, at leikurin setur tankarnar í gongd og fær okkum at broyta áskoðan á kríggj, myndugleikar og tey menniskju, sum velja at fara í kríggj. 

Leikurin er frágera góður, og tað, sum eg fegnist mest um, er, at Marita Dalsgaard hevur lagt seg eftir at brúka leikhúsini til at seta spekulatorin á fólki í gongd um evni, sum eiga at fáa eina rættiliga viðgerð, eina diagnosu og hareftir hóskiliga handfaring og heilsubót.
— Torbjørn Jacobsen í Varðanum (apríl 2016)

Ikki ein krígsleikur

Hóast evnið sprettir úr føroyskum krígsupplivingum í Afganistan, snýr leikurin seg eisini um so nógv annað enn kríggj. Hetta er ein leikur um grundleggjandi kenslur millum menniskju, um kærleika, longsul, svik og um kensluna av at vera í hvør sínum heimi, hóast í sama rúmi. 

Tjóðpallurin sýnir ikki ein leik, ið er meinlíkur Hollywood-drama. Tjóðpallurin sýnir ein viðkomandi, føroyskan leik um føroyskar hermenn, sum tú ikki kanst skilja. Leikurin kemur ikki við loysnum upp á kríggj, men gevur tær í hægstu grad nakað at hugsa um og at skammast av.
— Røddin í KvF

Ein umskapaður Tjóðpallur

Leikarar eru tveir av okkara royndastu leikarum, Hjálmar Dam og Beinta Clothier, sum vit millum annað kenna frá Veitsluni, ið varð sýndur fyri fullsettum húsum seinasta heyst. Leiksjóri er Marita S. Dalsgaard, sum saman við ljósi og videomyndum hjá Turpin N. Djurhuus og tónleiki hjá Joachim Holbek hevur umskapað Tjóðpallin á ein hátt, vit ikki hava sæð áður, á tremur við vøkrum teaturmyndum, teksti og tónleiki.

Hevur tú dripið nakran?

"Hevur tú dripið nakran?" kann tykjast sum mest upplagdi og einasti spurningurin vit ynskja svar upp á. Á Tjóðpallinum fáa vit svar upp á nógvar aðrar og nógv meiri viðkomandi spurningar enn henda. Samstundis seta leikararnir áskoðarunum enn fleiri spurningar at taka við sær heim at hugsa um.