Jørðin er eitrað setti spekolatorin hjá Tobba í gongd

Leikurin er frágera góður, og tað, sum eg fegnist mest um, er, at Marita Dalsgaard hevur lagt seg eftir at brúka leikhúsini til at seta spekulatorin á fólki í gongd um evni, sum eiga at fáa eina rættiliga viðgerð, eina diagnosu og hareftir hóskiliga handfaring og heilsubót.
— Torbjørn Jacobsen

Í Veitsluni var tað pædofili´in, hendan ótespiliga marran, sum trampar álopin menniskju í svartastu sálarstøður, og nú hitt háaktuella samfelagsmálið um veteranarnar úr Afganistan. Vónandi verður hetta ein partur av føroyskari leiklist frameftir, tí fyri meg sjálvan kann eg siga, at Varðanum fyri at takka broyttist mín støða munandi til hesar menn, ið koma skaddir heimaftur frá eini ferð undir fremmandum mánalýsi og stjørnuglampan, sum eg framvegis ikki skilji, langt frá tí, men vesturlendska vælferðarsamfelagið skal sjálvandi eiga eina tilbúgving tøka, sum fær hesar kovboyararnar á rættkjøl aftur sum skjótast.

Brot úr ummælinum “Táið náðin ikki rakk og goymslan tiðnaði” eftir Torbjørn Jacobsen í mentanarritinum Varðanum 83 (1), sum kemur út um hálvan apríl í ár.