Ongin kamuflasja á Tjóðpallinum

Jørðin er eitrað

'Jørðin er eitrað' er ein nýggjur føroyskur leikur um upplivingar hjá føroyskum soldátum í Afganistan. Ein søga, sum kanska tykist fjar hjá okkum í trygga føroyska gerandisdegnum, men sum á pallinum gerst átroðkandi og livandi. 

'Jørðin er eitrað' er eitt dokudrama sum tekur støði í veruligum søgum hjá føroyskum soldátum. Á pallinum eru Beinta K. Clothier og Hjálmar Dam, sum í einum hugtakandi samanspæli við ljósi, videomyndum og tónleiki skapa eina inniliga og dramatiska frásøgn. Eina frásøgn um kríggj, kærleika, svik og longsul hjá nøkrum ungum føroyingum, sum valdu at fara í kríggj.

Kom á Tjóðpallin og uppliv eina higartil ósagda søgu um ein gloymdan bólk av føroyingum, sum - tá ið oyðimarkardustið er bustað av - innast inni eru føroyingar eins og tú og eg.

Frumsýning verður týskvøldið 15. mars kl. 19.30. Spælt verður týsdag til fríggjadag kl. 19.30 og leygardag og sunnudag kl. 18.

Leikstjórn: Marita S. Dalsgaard | Ljós- og videodesign: Turpin N. Djurhuus | Tónleikur: Joachim Holbek | Leikarar: Beinta K. Clothier og Hjálmar Dam
 

Video: Olga Teresa Holbek