Jørðin er eitrað

Jørðin er eitrað er ein nýggjur føroyskur sjónleikur á Tjóðpalli Føroya. Leikurin lýsir kríggj gjøgnum føroyskar krígsupplivingar í Afganistan - innanifrá gjøgnum samrøður við veteranar, teirra avvarandi, journalistiskt og vísindaligt tilfar.

Meðan stórir partar av heiminum í dag eru ávirkaðir av kríggi, er friður í Føroyum og eingin hernaðarskylda. Kortini hava summir føroyingar valt at fara í kríggj sum soldátar í danska herinum. Teir eru í dag føroyskir krígsveteranar. Føroyingar hava luttikið á Balkan, í Irak og Afganistan. Kríggið í Afganistan vardi í meira enn 10 ár, og fyri tann einstaka soldátin var hetta mest krevjandi kríggið hjá danska herinum í nýggjari tíð.

Hvar er menniskjað, tá ið eitt land fer í kríggj? Hvar er landið, tá ið eitt menniskja fer í kríggj? Hvar eru Føroyar, tá heimurin er í kríggi? Hvussu upplivist tað sum menniskja at vera í kríggi og koma heim til eitt land, sum ongantíð hevur verið í kríggi?

Kunnu vit siga, at “Denne krig gælder ikke for Færøerne”, tá vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, sum hevur verið í kríggi seinastu 20 árini? Ella tá ein føroyingur kann fara á eina danska kasernu og gerast soldátur í danska herinum?

Evnið “føroyskir veteranar” hevur ikki verið lýst fyrr enn Georg L. Petersen í 2015 skrivaði eina ritgerð um tað. Henda ritgerð er upprunaligi íblásturin til leikin.

Spurningurin um rættindini hjá føroyskum krígsveteranum hevur verið nógv umrøddur í fjølmiðlunum seinastu vikurnar og er reistur bæði á Fólkatingi og í Løgtinginum. Leikurin setur sostatt fokus á eitt sera aktuelt evni og ein ósjónligan bólk av føroyskum krígsveteranum og teirra avvarandi.

Jørðin er eitrað er eitt sokallað “dokudrama”. Marita S. Dalsgaard og Turpin N. Djurhuus hava listaligu leiðsluna, meðan Beinta Clothier og Hjálmar Dam eru sjónleikarar. Tónleikinum standa navnframu Joachim Holbek og Teitur Lassen fyri.

Jørðin er eitrað hevur frumsýning á Tjóðpallinum 15. mars kl. 19.30

Leikarar: Beinta Clothier og Hjálmar Dam

Leikstjórn: Marita S. Dalsgaard

Ljós og videodesign: Turpin N.Djurhuus

Tónleikur: Joachim Holbek og Teitur Lassen