ELEKTRA á Tjóðpallinum

Elektra syrgir deyða pápa sín, Agamemnon, ið varð dripin av konu hansara, mammu Elektru. Elektra ynskir at hevna deyða pápa sín. Hvønn dag droymir hon um, at Orestes - beiggi hennara sum er í útlegd eftir, at hon bjargaði honum undan drápinum - skal koma aftur at fullbera hevndina. Hvønn dag bíðar hon til Orestes kemur aftur …

Elektra syrgir deyða pápa sín, Agamemnon, ið varð dripin av konu hansara, mammu Elektru. Elektra ynskir at hevna deyða pápa sín. Hvønn dag droymir hon um, at Orestes - beiggi hennara sum er í útlegd eftir, at hon bjargaði honum undan drápinum - skal koma aftur at fullbera hevndina. Hvønn dag bíðar hon til Orestes kemur aftur …


Onkuntíð hevur man bara hug at drepa síni nærmastu. Og hví hava vit tað? Hvat fanin er tað fyri nakað? Og hví er tað so betur at leita sær aðrar loysnir?
— Kim Dambæk, leikstjóri

28. januar 2017 verður grikska tragedian ELEKTRA, eftir Sofokles, frumsýnd á Tjóðpallinum. Vit hava hitt leikstjóran Kim Dambæk og scenografin Jan de Neergaard til eitt prát um, hvat 2500 ára gamli leikurin hevur at bjóða okkum í 2017.


Kim Dambæk - Leikstjóri Føddur í Keypmannahavn í 1957. Sum barn hevur hann búð í Argentina, Uruguay, Malaysia og Onglandi. Varð útbúgving leikstjóri í 1980. Síðani hevur hann arbeitt sum leikstjóri bæði í Danmark, Bretlandi og í øðrum Norðanlondum. Tíðarskeiðið um aldarskiftið var hann lærari í leikstjórn á leiklistaskúlanum í Keypmannahavn. Í 2011 var hann í Føroyum og leikstjórnaði leikin ‘Reinsan’ eftir Sofi Oksanen. 

Kim Dambæk - Leikstjóri
Føddur í Keypmannahavn í 1957. Sum barn hevur hann búð í Argentina, Uruguay, Malaysia og Onglandi. Varð útbúgving leikstjóri í 1980. Síðani hevur hann arbeitt sum leikstjóri bæði í Danmark, Bretlandi og í øðrum Norðanlondum. Tíðarskeiðið um aldarskiftið var hann lærari í leikstjórn á leiklistaskúlanum í Keypmannahavn. Í 2011 var hann í Føroyum og leikstjórnaði leikin ‘Reinsan’ eftir Sofi Oksanen. 

Jan de Neergaard - scenografur Føddur í Danmark 1954. Í 1973 var hann útbúgvin byggitekninkari. Seinni læs hann grafik og design á Designskúlanum í Keypmannahavn og fekk prógv í 1980. Síðani hevur hann arbeitt við at skapa pall- og rúmmyndir bæði í sjónvarpi, í bygningum og havum og í sjónleiki. Hetta er fyrstu ferð, at Jan de Neergaard skapar pallmynd til leik í Føroyum.  

Jan de Neergaard - scenografur
Føddur í Danmark 1954. Í 1973 var hann útbúgvin byggitekninkari. Seinni læs hann grafik og design á Designskúlanum í Keypmannahavn og fekk prógv í 1980. Síðani hevur hann arbeitt við at skapa pall- og rúmmyndir bæði í sjónvarpi, í bygningum og havum og í sjónleiki. Hetta er fyrstu ferð, at Jan de Neergaard skapar pallmynd til leik í Føroyum.  


 ‘Um vit klára at vera saman við okkara familju, ja, so vita vit eina rúgvu, og eru næstan før fyri at vera saman við hvørjum sum helst í heiminum. Tí vit vita øll, hvussu tað er, at royna at fáa alt at hanga saman í gerandisdegnum, við bæði næru og fjaru familjuna; og hetta er ein partur av tí, ið leikurin er um: Familjusambond. Og í Føroyum vita tit nógv, um at vera tætt knýtt at familjuni.’
 
Kensluligi longsulin eftir rættvísi. Tankin um hevnd. Hann hevur verið til, so leingi menniskjan hevur verið til.

Vit broytast ikki. Vit eru enn homo sapiens, og vit hava enn somu kenslur. Møguliga búgva vit í húsum, háhúsum ella í holum, men vit broytast ikki. Á ein ella annan hátt er hetta ein fortreyt hjá mannaættini. Eg haldi, at tað er ein máti at koma til sættis við hetta, at vit siga: Hygg, her hava vit ein modernaðan sjónleik, sum varð skrivaður fyri langari, langari tíð síðani.
— Jan de Neergaard, scenografur

Elektra er ein elligomul - men enn moderna – griksk tragedia. Hon tosar við okkurt møguliga íbúgvið, møguliga mentanarligt. Okkurt innan í okkum. Sum fannst tá, og sum finst enn:


‘Hví skulu vit spæla eina gamla grikska tragediu í Tórshavn í 2017? Jú tað er tí, at vit eru í ætt við ta mentanina, hon varð skrivað í. Eg eri sum menniskja áhugað í at vita - hvør eri eg? Hvaðani eri eg? Hvørjir tankar og hugmyndir ávirka meg? - Tí, um eg eri tilvitaður um tað, so kann eg møguliga broyta tað… ella fagna tí… ella…’ sigur leikstjórin Kim Dambæk.
 
Lat okkum gjøgnum sjónleik læra okkum í felag!
 
‘Um fólk fáa eina kenslu av, ikki at vera einsamøll við torgreidda og fjøkjasliga familjulívinum, so haldi eg, at vit eru komin langt ávegis. Vit rætta fólki eina hjálpandi hond og siga ‘soleiðis er tað, soleiðis hava vit tað eisini!’. Tí onkuntíð hevur man hug at drepa síni nærmastu!
 
Hevnd alir hevnd - tað steðgar ikki. Tann mentunarligi tankin – ið liggur sum grund fyri okkara fatan av rættvísi - er ein tanki, ið er verdur at bjóða av.
 
‘Vit mugu vera varin við at lata rættvísið byrtast úr kenslunum, tí so verður blóðbað oman á blóðbað. Heldur skulu vit lata lógina og skynsemið valda. Tað er trupult fyri okkum, tí tankin um ‘eyga fyri eyga, tonn fyri tonn’ er so djúpt rótfestur í okkum. Hetta, ið nýggjatestamentið kom við, ‘at venda hin kjálkan til’, er framvegis ógvuliga nýtt. Bæði hesi sjónarmiðini eru umboðað í leikinum - Elektra (Gunnvá Zachariasen) er ímyndin av ‘eyga fyri eyga, tonn fyri tonn’, meðan systir hennara Krysothemis (Durita Andreassen) er sum ein kvinnulig Kristus ímynd.’


Elektra er ein av mest populeru figurunum í griksku mytologiini. Heili tvær tragediur eru skrivaðar um Elektru. Onnur eftir Euripides og hin eftir Sofokles, sum verður at síggja á Tjóðpallinum 28. januar 2017 í útgávuni hjá Frank McGuinness og týðing hjá Hans Tórgarð.


Gunnvá Zachariasen, Durita Dahl Andreassen, Hjálmar Dam, Hans Tórgarð og Beinta Clothier.

Gunnvá Zachariasen, Durita Dahl Andreassen, Hjálmar Dam, Hans Tórgarð og Beinta Clothier.