Havfrúgvin - seinastu sýningarnar

Havfrúgvin - nýskrivaða stórverkið eftir Jóanes Nielsen - hevur spælt í 3 vikur fyri fullsettum húsum og farið verður nú undir seinastu sýningarnar

Leikurin er bæði blivin róstur, kritiseraður, elskaður og endavendur av áskoðarum og ummælarum. Og júst tá er leiklistin best. Tá hon skapar øsing, kjak og sterkar kenslur hjá áskoðarunum. 

Bæði Jóanes og Eyðun eru í toppformi, leikurin er fullur av poesi og av stuttligum one-line´arum, sum sita ómetaliga væl og sum raka beint á nútíðarsamfelagið og nútíðaráskoðaran.
— Kinna Poulsen

Seinasta sýning verður fríggjadagin 14. oktober, so nú ræður um at skunda sær at keypa atgongumerki, um henda stórfingna upplivingin ikki skal fara aftur við borðinum. 

 

Matur og leikur og avsláttur til ung og lesandi

Í sambandi við leikin, bjóða Áarstova og Tjóðpallurin áskoðarum møguleika at njóta ein góðan bita í sambandi við sýningar týsdag-hósdag og sunnudag. Matur og leikur kann keypast í atgongumerkjasøluni.

Sum nakað nýtt bjóðar Tjóðpallurin ungum og lesandi atgongumerki fyri hálvan prís til sýningarnar týsdag-hósdag.