Til Lindu

- Frumsýning og innsavningartiltak til Fountain House Føroyar grunnin

Nú verður aftur høvi, at geva tær sjálvum eitt sjáldsamt upplivilsi - og samstundis stuðla einum góðum endamálið, nevnliga Fountain House Føroyar grunninum.

Hesaferð snýr tað seg um eina søgu. Fari verður aftur til tað staðið, har tað heila byrjaði. Aftur til persónin, ið bleiv miðpunktið í arbeiðinum fram ímóti, at fáa eitt Fountain House í Føroyum.

Søgan um Rasmus Rasmussen, fortald av tvíburðasystir hansara, Lindu Mortansdóttir.

Kom við Lindu á ferð aftur til Føroyar, har leita verður eftir søguni um beiggja hennara, Rasmus. Søgan, um tónleikin, um gleðina, um stríðið, um sorgina og um saknin.

Føroya fyrsti útvarpsbiografur

Høvið verður at hoyra hesa søguna sum eina felags lurtarauppliving. Kom og hoyr søguna fortalda í myrkri. Lurta, saman við áhoyrarafjøldini, eins og sat tú í einum biografi og hugdi eftir einum filmi - men í staðin fyri at hyggja, lat so oyruni fanga títt hugflog og tekna soleiðis tínar egnu myndir, ið fylgja við søguni.

Hetta verður ein verðinsfrumsýning. Linda verður til staðar og ferð at svara spunringum eftir sýningina.