Seinasti møguleiki at síggja Heksirnar

Hevur tú ikki sæð Heksirnar, so skunda tær!

Familjuleikurin ‘Heksirnar’ hevur gingið fyri so gott sum fullum húsum á Meiarínum allan september. Nú verður síðsti møguleiki at síggja leikin hjá teimum, sum ikki hava sæð hann enn.

Spælt verður

  • Hósdagin og fríggjadagin kl. 18.00
  • Leygardagin og sunnudagin kl. 15.00.

Leikurin nertur við flestu kenslurnar hjá okkum. Til tíðir fyllir spenningur rúmið, vit flenna, eru bangin, syrgin og ikki minst hoyra eina góða søgu. Vit hava bæði álvarsligar og stuttligar løtur. Ummælini bæði frá áskoðarunum og frá fjølmiðlunum hava verið sera góð.

Leikurin hóskar seg til øll, børn, ung og vaksin, men gerist nú ikki ov bangin fyri heksunum!

Boðskapurin ið kemur fram í leikinum er, at tað er líka mikið hvussu vit síggja út, bara onkur er, ið elskar okkum. Hetta haldi eg kemur væl fram í leikinum, og tað hóskar seg eisini sera væl til søgugongdina.

Eg gevi sjónleikinum 6 av 6 smílum, tí at hann var eitt satt upplivilsi hjá mær, og eg mæli tí øllum at síggja hann.
Røskva Tórhalsdóttir í STROK

 

Í Dimmalætting og á Listaportalinum skrivar Kinna Poulsen m.a:
 

GRESSILIGA GÓÐUR GÍVRALEIKUR: Heksirnar, sum í hesum døgum tíggja sær og leika í á Tjóðpallinum eru sjáldsama óreinar, men sjálvt um tær eru veruligar livandi heksir, sum hata børn so nógv, at tær brúka alla sína tíð at finna upp á ræðuligar mátar at gera av við tey, so er talan eisini um ein sera stuttligan og undirhaldandi familjuleik, sum tit mugu síggja á Tjóðpalli Føroya í ein fart, helst áðrenn øll hava fingið hala og í øllum førum áðrenn tað er ov seint.

SORGBLÍTT OG ÓSENTIMENTALT: Leikurin økir ferðina móti endanum og viðhvørt er tað rein slapstick komedia við stuttligum reyvafalli og tá eru børnini í salinum um at flána. Mær dámdi væl leikin, serliga tann um somu tíð sorgblíða og ósentimentala hugburðin. Tað er jú einaferð soleiðis í tí ordiligu verðini, at har doyggja summi viðhvørt, og hetta verður staðfest og endurtikið í leikinum, sum eisini nertir ta syrgiligu sannroynd, at summi altso eru ónd og órein. Men sjálvt um mann kanska verður noyddur at liva eitt heilt annað lív enn tað, mann upprunaliga ætlaði, so er tað kanska ikki so galið kortini, um bara mann hevur onkran, sum er góður við ein. Tað er einfaldi og erligi boðskapurin í leikinum - um bara kærleikin er har, so er alt í lagi.