Familjuleikurin Heksirnar eftir Roald Dahl á Tjóðpallinum

Heksirnar snýr seg um ein drong og ommu hansara. Foreldrini eru deyð í eini ferðsluvanlukku, so omman noyðist at taka sær av honum. Omman sigur honum søgur um heksir, soleiðis at hann kann kenna tær aftur, um hann møtir eini slíkari. Eitt summarið fara drongurin og omman at ferðast, og á hotellinum halda heksirnar ársfund og drongurin frættir av misgávum um teirra ræðuligu og óndu ætlanir, áðrenn tær finna og fanga hann ...

So øll tit, sum hava hug at uppliva ein sjónleik við fúkandi ferð, ramum gandi og ein sakleysan, foreldraleysan drong, sum stríðist móti teimum óndu heksunum, komið á Tjóðpallin. Og takið foreldrini við - um tey tora!