Kravravnar

STRINDBERG Á TJÓÐPALLINUM.

Fáir høvundar hava havt so stóra ávirkan á leiklistina sum August Strindberg. Saman við m.ø.  Henrik Ibsen og Anton Tjekhov skapti hann ein nýggjan, realistiskan leikhátt, ið førdi leiklistina úr tí háfloygda og poetiska og inn í veruleikan í 20. øld.  Leikir sum t.d. “Frøkun Julie”, “Faderen”, “Spöksonaten”, “Dödsdansen” og “Ett drömspel” hoyra til teir, ið mest verða spældir um allan heim. Strindberg hevur fleiri ferðir verið á palli í Føroyum, “Frøkun Julie” hava bæði Havnar Sjónleikarfelag og Gríma sett upp, “Karl XII” hevur verið á palli bæði í Havn og i Klaksvík, og Gríma spældi eisini ein-aktaran “Tann sterkara” í 80’umum.

Nú verður tað “Kravravnar”, ið varð skrivaður í 1888, sum Tjóðpallurin hevur valt at seta upp. Hetta er ein leikur um hevnd, sálarliga manipulatión og maktspælið millum menniskju.

Listamaðurin Adolf og konan Tekla eru stødd á einum baðistaði í vestursvøríki. Meðan Tekla er burturstødd kemur Adolf í samband við Gustav, sum í samrøðum um lívið, listina, trúnna og – ikki minst – kvinnuna, fær burturúr Adolf allar teir loyniligu tankarnar um, hvussu kona hansara, sum ein annar vampýrur, hevur sogið alla megi úr honum. Tá ið Tekla og Adolf hittast aftur byrjar ein sálarligur bardagi, ein skrúva-uttan-enda, har parlagið og menniskjasálin verða skorðin upp og løgd á borðið. Leikurin leggur seg mitt í millum tað tragiska og tað komiska, tað láturliga og tað ræðuliga. Sjálvur rópti Strindberg hann “ein skemtileik, har allir persónar eru fittir og dámligir;” men skemtið er kolasvart, og hóast hetta er ein lítil leikur við bara trimum leikarum, so vísir hann týðuliga, hvussu flogvitið hjá Strindberg dugdi at sundurgreina tað viðbreknu mannasálina.

Leikarar eru Kristina Sørensen Ougaard, Hans Tórgarð og Hjálmar Dam. Eyðun Johannessen leikstjórnar, og pallmyndina ger Steen Lock-Hansen, ið m.a. eisini gjørdi pallmynd til “Glataðu Spælimenninar” í Norðurlandahúsinum í 1993. Týtt leikin hevur Laura Joensen.

“Kravravnar” eftir August Strindberg hevur frumframførslu á Tjóðpallinum 11. apríl.