Altjóða teaturdagur

BOÐSKAPURIN Á VERALDARTEATURDEGNUM 27. MARS 2015.
Krysztof  Warlikowsk, Pólskur leikhússtjóri, f. 26/5-1962:

Sonnu meistararnar innan sjónleikin eru lættast at hitta langt frá pallinum. Og teir hava vanliga ikki eftir einum hvørjum algongdum stíli. Tað, ið vit gera er nevniliga at herma - í staðin fyri atskræðuni. Og einki kann sum sjónleikurin leggja duldar passiónir berar.

Ofta líti eg aftur á fagurbókmentirnar fyri at fáa vegleiðing. Hvønn dag hugsi eg um teir rithøvundarnar, sum fyri nærum hundrað árum síðani, bæði profetiskt og orðkringir, lýstu hvussu okkara evropeisku gudar fullu, so skýmingin ballaði okkara mentan inn í eitt myrkur, ið enn ikki sær ljós fyri framman - eg meini Franz Kafka, Thomas Mann og Marcel Proust; í dag vil eg eisini fegin rokna J.C. Coetzee millum hesar profetar.

Teirra fatan av, at heimurin ikki fór at sleppa undan sínum enda - ikki jørðklótan, men tey menniskjansligu sambondini, eins og tann sosiala skipanin fór at upploysast - hon rakar okkum eirindaleyst beint nú. Okkum, ið liva aftaná heimsins undirgang. Vit, ið hvønn dag verða sett andlit til andlits við brotsverk og ósemjur, sum hvønn dag birtast á nýggjum støðum, til og við skjótari, enn teir allastaðni nærverandi miðlanir náa at siga frá. Hesir eldar gerast skjótt keðiligir og hvørva skjótt úr fjølmiðlunum, og venda ikki aftur. Vit sita eftir hjálparleys, ræðslusligin og máttleys. Vit orka ikki longur at byggja okkum verjugarðar, og teir múrar vit ótroyttiliga byggja, kunnu ikki verja okkum móti nøkrum sum helst - heldur tvørtur ímóti, teir krevja sín rætt til verju og undirhald, sum mergsýgur okkum fyri ein stóran part av okkara lívsorku. Vit eiga ikki longur styrki til at ogna okkum ein neista av tí, ið liggur innanfyri portrið, handan múrin. Og tað er júst tí sjónleikurin noyðist at krevja sín rætt, tað er í hesum, hann eigur at finna sína styrki: at spela avstað móti tí staði, ið er bannað at skoða.  

"Legendan strevar eftir at forklára tað, ið ikki kann forklárast. Og eftirsum hon spríkir úr sannleikanum, noyðist hon at náa tí óforklárliga" - soleiðis lýsir Kafka umskapanina av Prometheuslegenduni. Tað er mín ófrávíkiliga sannføring, at tað eisini eigur at verða galdandi fyri sjónleikin. Og tað er tað slagið av sjónleiki, ein sjónleikur, ið sprettur úr sannleikanum og røkkur tí, ið ikki kann forklárast, ið eg ynski øllum teimum, ið skapa hann - á pallinum og í áskoðaranum - og tað ynski eg av øllum hjarta mínum.

Laura Joensen týddi úr svenskum