Tunnilsgerðin miðskeiðis

Vit eru nú um at vera miðskeiðis í venjingartilgongdini av KREDITORAR, sum í ein vissan mun kann samanberast við eina tunnilsgerð: Frammanfyri okkum stendur eitt fjall. Vit vita hvar tunnilin byrjar og endar og nær hann verður latin upp fyri ”almennari ferðslu”.

Vit settu á arbeiðið 23. februar við fyrstu ”spreingingunum” – aftaná, at leikhússtjórin hevði bjóðað vælkomin og sostatt setti fyrsta ”spakan” í. Síðani var framløga og lestur av teksti við leikarum og leikstjóra. Onnur, ið luttóku vóru umsetari, smiður, skræddari, teskari, PR-maður og praktikantur. Tíanverri var pallsniðgevin ella ”verkfrøðingurin” ikki til staðar, vegna aðra ”entreprisu” í útlondum.

Sett verður á tunnilsgerðina úr báðum endum samstundis:

Leikvenjingar, har ruddað verður fyrst fyri ”leysagróti” í týðing o.ø., áðrenn spreingiarbeiði verður sett í gongd. Hvar skulu leikararnir ganga, standa og sita í mun til tað, ið sagt verður í tekstinum? Leikstjórin verður noyddur at gera onkrar smávegis ”jarðfrøðiskanningar” av leikarunum, áðrenn rættilig ferð kemur á ”grevsturin”. Arbeitt verður í fullum projektørljósi, umframt at starvsfólki bera sterkar sonevndar ”heilaperur” til tess at finna ”gimsteinar” og ”gullkorn”, sum tað íður av í myrka undirgrundartilfarinum hjá August Strindberg. Seinasta leygardag fóru vit á fyrsta sinni ígjøgnum allan leikin úti á ”gólvinum”. Nú verður so farið undir ”stoyping” og karakter-arbeiði. Hendir onki óvæntað rokna vit við at verða liðug til ásetta tíð.

Samstundis er eisini sett á hin endan av tunnilsgerðini:

Innkeyp av tilfari til smíð av palli og seyming av búnum. Toy til búnar fæst næstan ikki longur í Føroyum. Í Havn er so gott sum eiðasørt. Onkur handil er inni á Skálafjørðinum. Annað lív var, tá tú bara kundi støkka inn á gólvið hjá Katrinu Christiansen, Essaba ella hjá frúgvunum Kragesteen. Nú má meginparturin keypast yvir internetið úr útlondum.

Men báðar deildir boða frá, at tey røkka arbeiðinum til ásettu tíð.

Ljóssniðgevin Turpin N. Djurhuus, ið mest arbeiðir í Danmark, hevur ábyrgd av ljósseting. Hann fór í gongd í farnu viku. Ljóðið liggur í hondunum á Jón Mc. Birnie.

Fyri at halda henda ferðslutekniska stílin, kunnu vit allarhelst siga, at nýggja farleiðin AUGUST STRINDBERG ”KREDITORAR” letur upp, sum ætlað til ásetta tíð leygarkvøldið 11. apríl á Tjóðpallinum.

Eyðun J. - verkførari