Seks sjónleikir í Sjónleikarhúsinum

Komandi vikuskifti verður LeikREAD festivalurin í Sjónleikarhúsinum í Havn, og tá kunnu vit uppliva flest allar føroyskar leikarar, gera pallsettar lesingar av seks norðurlendskum leikritum, ið eru umsett til endamálið.

Ein pallsett lesing er eitt slag av sjónleiki við avmarkaðum pallsmíð og búnum. Sjónleikararnir, sum lesa úr handritinum, kunnu sita niðri, standa stillir ella røra seg á pallinum har lesingin sjálv er framførslan.

At hvørjum leikritið verða knýtt leikstjóri og leikarar, leikararnir fáa leikritið beint undan fyrstu venjing. Vant verður tværferðir átta tímar, áðrenn leikurin verður framførdur.

LeikREAD er partur av Nordic Dramatrain, sum er eitt úrval av nýskrivaðum leikritum – eitt úr hvørjum norðurlandi. Luttakandi leikritini, vera vald annaðhvørt ár, vera síðan týdd til øll norðurlendsku málini, og framførd sum pallsettar lesingar. Dramatokið ferðast síðan leiðina norðurlandanna millum, har hvørt land fyriskipar sínar egnu lesingar av leikritunum. Hesaferð byrjaði dramatokið í Danmark í fjør, og Føroyar eru næstar á listanum.

Tiltakið er ókeypis, og allar framførslurnar vera tekstaðar á enskum, so eisini útlendskir gestir kunnu njóta tað til fulnar.

Nordisk Kulturfond, Kulturkontakt Nord, Mentamálaráðið, Norðulandahúsið, Mentanargrunnur Landsins og Mentanevnd Tórshavnar býráðs stuðla LeikREAD 2015 í Sjónleikarhúsinum í Havn 27. & 28. mars.