Um August Strindberg

August Strindberg

Johan August Strindberg varð føddur 22. Januar 1849 í Stockholm. Í barndómsheiminum vóru tey væl fyri og sera áhugaði í mentan, og August umhugsaði at fáa sær útbúgving sum lækni ella sjónleikari, men endaði við at lesa estetikk í Uppsala. Hann gavst tó við lesnaðinum og byrjaði at ferðast í listaumhvørvinum.  Í 1872 skrivaði hann sín fyrsta sjónleik, “Mäster Olof”, sum eingin tó vildi seta upp, og sum hann síðan umskrivaði fleiri ferðir.

Hann fekk starv sum bókavørður á kongaliga bókasavninum í Stockholm, og giftist í 1877 við finnlandssvensku sjónleikarinnuni Siri von Essen, sum hann fekk 3 børn saman við. Í 1881, eftir at skaldsøgan “Rӧda rummet” varð sera væl móttikin, gavst hann sum bókavørður og fór at egna seg fult og heilt at skrivingini.

Siri og August fluttu til Frankaríkis, og síðani til Sveis. Stuttsøgusavnið “Giftas”, sum førdi til eina stevning fyri gudsspottan, kom út í 1884 og skaldsøgan “Hemsӧborna” í 1887. (“Hemsoyingar” kom út í føroyskari týðing júst hundrað ár seinni, í 1987.)

Sjónleikurin “Fadren” varð frumsýndur í Keypmannahavn í 1887 við góðari móttøku, og í 1888 flutti Strindberg til Danmarkar, har hann skrivaði “Fröken Julie”, ið seinni gjørdist ein av heimsins mest spældu leikum; hann er m.a. spældur tvær ferðir í Føroyum, Havnar Sjónleikarfelag setti hann upp í 60´unum og Gríma í 1990. “Kreditorar” (Fordringsägare) er eisini skrivaður um hetta mundið.  Hesir tríggir leikir, allir grundaðir á hjúnarbandstrupulleikarnar við Siri von Essen, gjørdu at Strindberg fekk orð á seg sum kvinnuhatari.

Í 1889 flutti hann heim til Svøríkis, og Siri og hann vórðu skild í 1891. Hann giftist aftur í 1893 í Berlin við eysturríksku blaðkvinnuni Fridu Uhl, sum hann fekk eina dóttur saman við.  Tey vórðu skild í 1897.

Í 1899, aftur í Stockholm, byrjaði hann eina røð av søguligum leikum: “Folkungasaga”, “Gustav Vasa” “Erik XIV” og “Karl XII”, sum eisini hevur verið tvær ferðir á palli í Føroyum, í Havn í fimmtiárunum og í Klaksvík í sjeytiárunum. Sjónleikarinnan Harriet Bosse og hann giftust í 1901, og fingu eina dóttur; tey vórðu skild í 1907. Hann skrivaði  “Dӧdsdansen” í 1900 og  “Ett drӧmspel” í 1901.

Í 1907 stovnaði hann Intima Teatern í Stockholm, har hann fyrst og fremst vildi síggja sínar egnu leikir framførdar; millum annað “Spöksonaten” og “Pelikanen” vórðu skrivaðir til Intima Teatern, sum var eitt lítið leikhús við lítlum palli og fáum áskoðarum, har dentur varð lagdur á tað skrivaða orðið heldur enn stórar og vakrar pallmyndir.

Í 1911 fekk Strindberg lungnabruna, og kom ongantíð rættiliga fyri seg. Hann leið eisini av eini sjúku í maganum, ið allarhelst hevur verið krabbamein. Seinasta leikverk hansara var “Stora landsvägen” í 1909.

Á 63 ára føðingardegi sínum varð hann heiðraður við eini kyndlagongu, men doyði knappar fýra mánaðir seinni tann 14. Mei 1912. Eini 60.000 fólk vóru til jarðarferðina.