Tjóðpallurin 10 ár

VÆLKOMIN TIL 10 ÁRA MÓTTØKU Á TJÓÐPALLINUM.

1. februar vóru 10 ár síðani Tjóðpallur Føroya varð settur á stovn. Vit hátíðarhalda dagin við almennari móttøku á Tjóðpallinum í Tórsgøtu 9, fríggjadagin 13. mars frá klokkan 15.30 – 17.30.

Á SKRÁNNI VERÐUR MILLUM ANNAÐ:

BROT ÚR LEIKINUM “KREDITORAR” EFTIR AUGUST STRINDBERG, ið hevur premieru á Tjóðpallinum 11. apríl. Eyðun Johannessen leikstjórnar og leikarar eru Kristina Sørensen Ougaard, Hans Tórgarð og Hjálmar Dam.

SANGUR ÚR FYRSTU FØROYSKU TEATURKONSERTINI “RÓSA MARIA”, ið er bygd á søguna av sama navni eftir Jens Paula Heinesen. Bergur Rasmussen hevur skrivað tekstin til leikin og Jónleif Jensen hevur gjørt tónleikin. Vit hoyra Evu Mariu Brynhildardóttir Bláhamar og Mike Viderø syngja og Ólav Jakobsen á gittara. Teaturkonsertin verður framførd í Norðurlandahúsinum til heystar.

Móttøkan er almenn og øll eru hjartaliga vælkomin.