Vitja skúlar við sjónleiki um muslimar og samkynd

Nógv hevur verið kjakast um muslimar og samkynd seinastu tíðina. Tí fer leikbólkurin, InTime Theatre, nú á eina upplýsandi leikferð á skúlar og spælistøð kring Føroyar. Og tað, tey fara at spæla, er einmansleikurin, Einki Orð, sum Sóley Danielsen spælir.

Leikurin hevði frumsýning á Tjóðpallinum í oktober og fekk sera góð ummæli, siga tey í tíðindaskrivi.

Leikurin er um 24 ára gomlu muslimsku kvinnuna, Hannah, ið er samkynd og tískil er fyri nógvum mótgangi í lívinum. - Sum ung genta verður hon gift ímóti sínum vilja við einum harðligum manni. Seinni venda maðurin, familja og vinfólk henni bakið, tá tað kemur fram at Hannah er samkynd.

Tey siga, at eitt endamál við rundferðini kring landið, er at koma út á skúlarnar og kunna um samkyndleika og islam. Hinvegin er ikki greitt enn, akkurát hvar, tey fara at spæla. - Hesi evni verða viðgjørd í leikinum og tað er sostatt eitt gott høvi hjá framhaldsdeildum og miðnámsskúlum at nema sær kunnleika um hesi evni, siga tey.

Tey siga, at leikurin er ikki dømandi mótvegis nakrari trúðargrein, og kemur ikki til nakra beinleiðis niðurstøðu um, hvat er rætt ella skeivt. - Leikurin eggjar til kjak og gevur áskoðarunum upplýsing um tvey sera viðkomandi evni: Muslimar og samkynd.

Í LGBT í Føroyum, sum er felagsskapurin hjá samkyndum, tvíkyndum og tvørkyndum, vóna tey, at føroysku skúlarnir nýta henda gylta møguleikan, tí leikurin er upplýsandi og kann samstundis skapa læruríkt kjak millum eldru næmingarnar, siga tey.