Jólahugni á Tjóðpallinum

TRUMM TRUMM TRALALA – Ein trøllajólasøga fyri frítíðarskúlum og barnagørðum

Á jólum mugu øll royna at skikka sær væl – men tað er ikki altíð so lætt. Hjá teimum báðum gentunum Sáru og Onnu gongur heilt galið. Tær enda inni í trøllafjallinum, har tær hitta trøllini Steinamjøkil og Brumbuss og sjálvan trøllakongin Mundus og drottningina Karo. Trøllini ætla sær at ráða í allari verðini, og so verður spennandi um Sára og Anna klára at steðga teimum.

Nú ber til hjá barnagørðum og frítíðarskúlum at koma oman á Tjóðpallin at hoyra jólasøgu, har Tjóðpallurin bjóðar kakao. Eisini ber til at eta matpakkan á Tjóðpallinum.

Tað eru tær báðar Sóley Danielsen og Katarina Nolsøe, sum framføra søguna ‘Trøllajól’, ein bæði stuttlig og spennandi søga, ið egnar seg væl til børn heilt niður í trý ára aldur. Søgan varar uml. 25 min.

Sýningar eru viku 50 og 51. Kostnaðurin er 40,- fyri hvønn.

Hava tit hug at koma?

Skundið tykkum so at senda ein mail á info@tjodpallur.fo ella ringja til 318617 og melda tykkum til.

Vit spæla bæði fyrrapart og seinnapart og royna at laga tíðina eftir tykkum.