Café Gløgg fer undir seinastu sýningarnar

Umleið 800 fólk eru higartil farin flennandi og eina stuttliga løtu ríkari av Tjóðpallinum. Café Gløgg fer nú undir seinastu sýningarnar, so nú ræður um at skunda tær, um tú eisini vilt uppliva skemt og skrøgg á hægsta stigi.

Undirtøkan hevur verið sera góð og fólk hava hugna og stuttleika sær óført á Café Gløgg. Tey allarflestu hava gjørt Café Gløgg til ein stuttligan part av einum hugnaligum kvøldi í býnum.

Seinastu sýningarnar

Hósdagin 10/12 kl. 19
Fríggjadagin 11/12 kl. 19
Leygardagin 12/12 kl. 18 

Nógv atgongumerki eru longu seld til seinastu sýningarnar, so skunda tær og keyp atgongumerki her: