Jólahugni leygardagin og sunnudagin

Jólasøgan Trøllajól

Á jólum mugu øll royna at skikka sær væl – men tað er ikki altíð so lætt. Hjá teimum báðum gentunum Sáru og Onnu gongur heilt galið. Tær enda inni í trøllafjallinum, har tær hitta trøllini Steinamjøkil og Brumbuss og sjálvan trøllakongin Mundus og drottningina Karo. Trøllini ætla sær at ráða í allari verðini, og so verður spennandi um Sára og Anna klára at steðga teimum.

Kom oman á Tjóðpallin at hoyra jólasøgu, leygardagin og sunnudagin kl. 15, har Tjóðpallurin eisini bjóðar heitt kakao.

Tað eru tær báðar Sóley Danielsen og Katarina Nolsøe, sum framføra søguna ‘Trøllajól’, ein bæði stuttlig og spennandi søga, ið egnar seg væl til børn heilt niður í trý ára aldur. Søgan varar uml. 25 min.

Keyp atgongumerki: