Gløgg og skrøgg á Tjóðpallinum


Kom á Café Gløgg á Tjóðpallinum og set hol á eitt stuttligt kvøld. Her er dansur, sangur, látur og skrøgg fyri allar pengarnar. Kom í góðari tíð, set teg afturá við einum glasi av gløgg og gloym alt um strongd, jólatrøll og alt tað tú ikki fert at náa, meðan undirhaldið fer fram á pallinum. 

Hevur tú brúk fyri einum coach, sum kann vegleiða teg? Hvussu nógv vil tú ofra fyri at finna teg sjálvan? Á pallinum kennir tú uttan iva onkran aftur. Grannan, fastur tína ella kanska teg sjálvan, tí her verður prikað til sjálvsfatanina og gerandisdagin.

Á pallinum eru teir fýra royndu og stuttligu leikarararnir Beinta Clothier, Súsanna Tórgarð, Nicolaj Falck og Hans Tórgarð. Og fyri at geva tí heila eitt musikalskt flog situr Magnus Johannessen við tangentarnar og spælir við og undir.

Tak bindiklubban við og kanska eisini menninar - ella rættari makarnar - nevndina í kórinum, fimleikaliðið ella hana tú ongantíð hevur tosað orduliga við, men møtir í hinum bananum í svimjihylinum.

Og aftaná tann skjótt farna tíman, Café Gløgg varir, bíðar ein livandi býur eftir tykkum, her til ber at fara á matstovu, café, barr og ella kanska bara til hús at skrøgga víðari um Café Gløgg.

Fumsýning verður fríggjakvøldið 13. november kl. 19.00. 

Spælt verður hóskvøld, fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnukvøld kl. 19.00. Soleiðis ber til at leggja kvøldið til rættis og byrja væl á Tjóðpallinum. 

Leygarkvøldini 5. og 12. desember verður spælt kl. 18.00.