W6Fuk.png

Frumsýning:
17. februar 2018

 


TÍÐ: Týs - frí kl. 19.30, Ley-Sun kl. 18.00
LONGD: 80 minuttir
KOSTNAÐUR:  240 kr
Ung og lesandi: 120 kr
Leikur & matur: 749 kr

LEIKSTJÓRI: Christoffer Berdal
LEIKRIT: Peter Asmussen
PALLMYND & LJÓSDESIGN: Turpin N. Djurhuus
TÝÐING: Hans Tórgarð
TÓNLEIKUR: Sakaris

LEIKARAR: Hans Tórgarð, Beinta Clothier, Gunnvá Zachariasen og Allan Dalsgarð

12 SØGUR UM at finna, merkja, fáa, geva, líta á, missa, varðveita, tora, trúgva upp á og ynskja KÆRLEIKA

SOLI DEO GLORIA eftir Peter Asmussen, er ein kaleidoskopiskur leikur um okkum menniskju í støðum har tørvurin á kærleika er størstur og evnini at elska eru minst. Ein leikur um at vera á lívi og at vera í lívinum.

Peter Asmussen (1957-2016) var danskur rithøvundur, dramatikari og leikritahøvundur. Hann vann tvær ferðir Reumert virðislønina sum ársins dramatikari, fyrru ferð í 2010 fyri INGEN MØDER NOGEN og seinnu ferðina í 2016 fyri SOLI DEO GLORIA. Peter Asmussen skrivaði harumframt m.a. filmshandritið til Breaking the Waves saman við Lars von Trier í 1996. 

Peter Asmussen skrivar beinrakið og uttan stórvegis undirtekst og hann letur leiklutirnar siga tingini bart út. Í grundgevingini fyri, at lata Peter Asmussen Reumert prísin fyri SOLI DEO GLORIA segði dómsnevndin m.a:

Í SOLI DEO GLORIA vísir Peter Asmussen ein einastandandi málsligan og dramaturgiskan neyvleika, sum setir hann í heimsflokk saman við Strindberg, Bergman og Norén. Við eini beinhart skamtaðari frásøgn lýsir Asmussen stuttar leikmyndir, sum í spenninum millum søgulig tíðarskeið og geografisk støð upploysir frásøgurúmið til eitt ongamannaland - eitt dreymaspæl.

Peter Asmussen er áður framførdur í Føroyum. Í 2016 vitjaðu íslendsku leikararnir Maria Ellingsen og Bjørn Ingi Hilmarsson við EINGIN MØTIR NØKRUM (Ingen møder nogen), og SOLI DEO GLORIA var sama árið framførdur sum Reading (upplestur) á norðurlendska festivalinum DAGARNIR 2016

 
 
soli-deo-gloria.png
 

Hetta siga áskoðararnir

Tað var stuttligt og einaferð haldi eg, at hjartað steðgaði, men tað fór til alla eydnu í gongd aftur og tað eri eg sera fegin um aftaná hendan leikin, sum í øllum sínum dapra meiningsloysi er sera lívsjáttandi. Vit eru til her og nú. Tað er tað einasta, sum hevur týdning.
— Kinna Poulsen
Far til leikin! Var til premieruna av ‘Soli deo gloria’ í gjár, og varð, eins og øll hini eg tosaði við, sera bergtikin av leikinum. Hans Tórgarð, Allan Dalsgarð, Gunnvá Zachariassen og Beinta Clothier spældu beistavæl.
— Jensina Olsen
Hetta var ein sterk uppliving, sum eisini setti krøv til mín sum áskoðara. Sat sum á nálum tey 5 korterini, leikurin vardi. Fýra væluppløgd og vælspælandi fólk á pallinum.
— Kristianna Winther Poulsen
Leikurin er eitt kensluligt gosfjall. Ein eksistentiellur rutsjubani, har kenslurnar sveiggja frá rúsandi lukkukensluni til melankolskt dapurskygni og vónloysi. Frá tí mest inniliga og eyma kærleikanum til ráan beiskleika og hatur. Og alt har ímillum. Stríðandi mótsetningar og ymisk brigdi, sum lýsa víddirnar í menniskjanum og spennið í kærleikanum.
— Jákup Bogi Joensen
★★★★★☆ - HEILT ÓLUKSALIGA FLOTT SPÆLT! Gásarhold og tár, ið vórðu hildin aftur! Wauw!
— Áskoðari
★★★★★☆ - Innlivandi, skelkandi og til tíðir forbannað stuttligur.
— áskoðari
★★★★★★ - Søgurnar vóru so ótrúðliga væl og livandi fortaldar. Tær settu seg í kroppin og eg haldi ongantíð, at eg havi verið til ein leik, sum hevur fylgt mær so leingi aftaná- hann fer ikki frá mær aftur - hann hevur ruskað í meg
— áskoðari
 

Tað er ein fragd at bjóða tykkum væl komin til SOLI DEO GLORA - seinasta meistaraverkið hjá Peter Asmussen.
— Jenny Petersen, stjóri á Tjóðpallinum

Leikarar

0K5A7619.jpg
 
Copy of leikur & matur.png

Leikur & matur

Keyp atgongumerki og matskrá í einum og njót eitt heilt kvøld við góðum mati og góðum sjónleiki.

 

Tær seinastu frá Instagram

 

Komandi leikir