top of page

Leitiúrslit

338 items found for ""

Skriv (8)

  • Café Gløgg aftur á Tjóðpallinum

    Nú bjóðar Tjóðpallur Føroya aftur til jólahugna og skemt, tá ið væl umtókta Café Gløgg letur dyrnar upp tvey vikuskifti í desembur. Café Gløgg hevur verið afturvendandi táttur seinastu mongu árini, har møguleiki er at uppliva nýskrivað skemt, sang og dans í hugnaligum caféumhvørvi. Tiltakið egnar seg eisini sera væl sum partur av einum hugnaligum kvøldi eitt nú hjá bindiklubbum, vinabólkum ella arbeiðsplássum. Tjóðpallurin og Víngarðurin bjóða eisini møguleikan fyri eini heildaruppliving við leiki og mati, soleiðis at kvøldið byrjar á Tjóðpallinum og endar í Víngarðinum við eini serligari jólamatskrá. Sjálvandi verður, sum siður er, eisini ein løggur av gløggi afturvið skemtinum á Tjóðpallinum. Leikarar eru Hans Tórgarð, Erling Eysturoy, Esther á Fjallinum, Edvin H. Niclasen, Elias Magnussen og Anny Leo Thorsen. Klaverleikari er Kristian Pauli Ellefsen. Sýningar verða hóskvøld til sunnukvøld, fyrstu ferð hóskvøldið 7. desembur.

  • ONKI aftur á pall

    Nú verður leikurin ONKI aftur framførdur á Tjóðpallinum, eftir ein støðg síðani august. Í fyrsta umfari vera sýningar mikukvøldið 8. og hóskvøldið 9. november kl. 19.00. ONKI snýr seg um Pierre Anthon, sum gongur í sjeynda flokki, og á fyrsta skúladegi fer úr skúlanum upp í eitt træ at seta seg at rópa um, at ONKI hevur týdning og at lívið er meiningsleyst. Floksfelagarnir brúka síðani restina av skúlaárinum at mótprógva hesum og vísa á, at NAKAÐ hevur TÝDNING. ONKI er nógv spældur leikur á ymiskum leikhúsum og fekk hann eitt nú sera góð ummælir á Fringe Festivalinum í Edinburgh í 2017. Harumframt er søgan eisini gjørd til operu, ið millum annað varð framførd á Kongeliga Teatrinum í 2020. Leikstjóri er Kristina Sundar Hansen og afturat sær hevur hon eitt spennandi toymi av ungum palllistafólkum. Leikarar eru Esther á Fjallinum og Elias Magnussen. Ljóssniðgevi er Jákup S. Thøgersen og ljóðmyndina hevur Vinjar Egilsnes Petersen gjørt. Pallmyndina, sum spælir ein virknan lut í sjálvari sýningini, hevur Barbara Hilduberg gjørt. Umframt almennar sýningar vera eisini skúlasýningar á størri skúlum kring landið. Myndir: Høgni Heinesen

  • Ein slóðari heiðrarur

    Tjóðpallur Føroya ynskir Biritu Mohr, Teiti Lassen, Eilifi Samuelsen og Ole Wick hjartaliga til lukku við Mentanarviriðslønum landsins 2023. Allar heiðurslønirnar so hjartaliga væl uppibornar fyri tykkara megnar arbeiði og ómetaliga stóra íkast til okkara mentanarlív. Vit fegnast sjálvandi serliga nógv um, at Birita Mohr fekk Serstøku virðisløn landsins 2023 fyri avrik hennara. Birita hevur verið ein av týðandi slóðarunum fyri at fáa yrkisleiklistina á pall í Føroyum og at vinna henni livilig kor. Birita hevur leikstjórnað, undirvíst, skrivað leikir og ikki minst, hevur hon tikið á seg stórar leiklutir gjøgnum árini. Birita hevur eitt nú leikt í Kvæðið um Kópakonuna, Glataðu Spælimennirnir, Brendar Brýr, Antigone, Gøtan, Á krabbasvalanum, Limbo, Eitur nakað land Weekend, Skøkjurnar ganga fremst inn í Himmalin, Kirsjuberjagarðurin, Aftaná Undrið, Nordost, bara fyri at nevna nakrar úr rúgvuni. Vit vilja við hesum ynskja Birtu hjartaliga tillukku við heiðrinum og takk fyri títt stóra íkast til leiklistina.

View All

Aðrar síður (330)

  • Allir leikir | Tjóðpallur føroya

    Leikárið 2023-24 Café Gløgg 2023 Kom til eitt stuttligt kvøld við dansi, sangi, látri og skrøgg fyri allar pengarnar. Vís meira Leikárið 2023-24 Onki Onki er ein søga um meiningina við lívinum ella kanska heldur um vantandi meiningina við lívinum. Vís meira Leikárið 2023-2024 Føðingardagsveitslan Trøllvaksni maðurin Stanley hevur føðingardag, ella rættari, Meg sigur, at hann hevur føðingardag. Vís meira Leikárið 2022-23 Moldvørpan Tá ið Per ein dagin missir sín samleika, byrjar tann stóra leitingin. Til hann endar úti í Tinganesi og inni á løgmansskrivstovuni. Og har byrjar komedian. Hvat hendir við Stórtunlinum? Hvør skal hava ársins Moldvørpu? Hvat er verri, ein senil mamma ella korrupt embætisfólk? Og hvar setur mann eina arkitektoniska perlu? Vís meira Leikárið 2021-22 Gandafloytan Gandafloytan hjá Mozart sum føroysk barnaopera Vís meira Leikárið 2021-22 Portrettið Hvat hevði hent, um Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen hittust undir læknastríðnum? Vís meira Leikárið 2021-22 Hvør á kroppin á øðrum HVØR Á KROPPIN Á ØÐRUM er eitt tiltak, ið heiðrar dansin sum listagrein. Tað er ein samansett sýning, við longri og styttri verkum, ið verða at síggja á Tjóðpalli Føroya 22. og 23. juli 2022. Vís meira Leikárið 2021-22 Gentukamarið Seint á kvøldi rýmir hon frá síni egnu tilveru heim aftur í gentukamarið við blómuta tapetinum. Men er gentukamarið eitt goymistað? Eitt bíðirúm ella verndarrúm? Ein fongsulsklivi ella skotgrøv? Vís meira Leikárið 2021-22 KRÍM ABC Eitt smittandi ævintýr um bardagan millum virus og verjuskipan Vís meira Leikárið 2020-21 Um at vera menniskja Ein svørt komedia bygd á filmstríverkið hjá Roy Andersson Vís meira Leikárið 2020-21 Soirée Fantastique Einføld og stílfull framførsla við útvaldum brellbitum úr operaheiminum, har ariur og duettir, klavertónleikur og tekstur verða flættað saman. Vís meira Leikárið 2019-20 & 2020-21 Koronologar 2020 19 stuttfilmar, sum eru sprotnir úr koronutíðini á eini tvørlistaligari verksmiðju hjá Tjóðpallinum við 10 rithøvundum, 10 palllistafólkum og 4 fotografum Vís meira Leikárið 2019-20 Café Gløgg 2019 Kom og set hol á eitt stuttligt kvøld við dansi, sangi, látri og skrøgg fyri allar pengarnar. Vís meira Leikárið 2019-20 Vitello Nú hava tit møguleikan at koma á Tjóðpallin og tit fara heldur ikki at keða tykkum saman við Vitello og øllum hinum. Hetta er ein leikur við tónleiki og sangi, ið er bygdur yvir átta av teimum 14 bókunum um Vitello. Vís meira Leikárið 2019-20 Kynstrið at vera eydnusamur 50 lívsreglur til eina toluliga tilveru Vís meira Leikárið 2019-20 Lítli Klávus og stóri Klávus Væl umtókti og sera skemtiligi familjuleikurin Lítli og stóri Klávus Vís meira Leikárið 2018-19 Leitanin eftir at vera Ein dramatisk, skemtilig, álvarsom, sjálvironisk og lívsjáttandi frásøgn um longu ferðina aftur til gerandislívið eftir eina depressión. Søgd við teksti og myndum hjá Katarinu Nolsøe, tónleiki og inniligum samanspæli millum Búa Dam og Gunnvá Zachariasen Vís meira Leikárið 2018-19 Sjúkt sunn Ein leikur til øll ið hava heilsu. Er tað møguligt at verða so sunn, at tað í veruleikanum er sjúkt? Vís meira Leikárið 2018-19 It might be a Dream Hon situr í løtuni og skrivar innbjóðingar. Hon skrivar innbjóðingar til allar sínar fyrimyndir... Vís meira Leikárið 2018-19 Eitt jólaævintýr Heimskenda søgan hjá Charles Dickens á Tjóðpallinum. ‘Eitt Jólaævintýr’ er bæði filmað og pallsett fleiri ferðir, og flestu munnu kennast við søguna um hin harðrenda og gíriga Scrooge, sum eina jólanátt fær eina sjáldsama vitjan og verður sendur á eina ferð í fortíðina, nútíðina og framtíðina. Vís meira Leikárið 2017-18 Café Gløgg 2017 Kom og set hol á eitt stuttligt kvøld við dansi, sangi, látri og skrøgg fyri allar pengarnar. Vís meira Leikárið 2017-18 Soli deo gloria 12 søgur um at finna, merkja, fáa, geva, líta á, missa, varðveita, tora, trúgva upp á og ynskja kærleika. Vís meira Leikárið 2017-18 Dagbókin hjá Leporello Dagbókin hjá Leporello er ein opera buffa; ein komisk opera, sum kortini hevur ein ávísan álvara. Ein opera um stórar kenslur, ja. Men eisini ein opera um opera. Vís meira Leikárið 2017-18 Grønlendski maðurin // Angutivik Grønlendski maðurin byggir á veruligar søgur hjá grønlendskum monnum, og er ein leikur til og um grønlendska mannin anno 2018 Vís meira Leikárið 2017-18 Sansalabyrintin - býurin og alt annað Ein tølandi ferð... Ein sansandi dreymur inn í býarinnar hjarta Vís meira Leikárið 2017-18 Mín fantastiska skilsmissa Ein romantisk komedia við Kristinu Sundar Hansen í heimskenda og virðislønta einrøðuleikinum eftir Geraldine Aron Vís meira Leikárið 2017-18 Ómegd Ómegd er nýskrivaður leikur eftir Kristinu Sundar Hansen. Leikurin snýr seg um trý fólk, tvær kvinnur og ein mann, ið hvør í sær siga sína søgu um teirra lív í parløgum, har samljóð ikki er ímillum partarnar um at geva seg yvir til, ella hava virðing fyri hvørjum øðrum. Frásagnirnar í leikinum byggja allar á veruligar hendingar, og siga tær frá, hvat hendir, tá ið eitt parlag fer av kós, og harðskapurin tekur yvirhond. Vís meira Leikárið 2016-17 Havfrúgvin Eitt maritimt trýkantsdrama eftir Jóanes Nielsen Vís meira Leikárið 2016-17 Elektra Atreus’ synir, Agamemnon og Menelaos, vóru herovastar í grikska herinum, sum fór móti Troia at vinna aftur Helenu, konu Menelaosar. Teir vildu hevna og leggja í oyði býin, ið hevði rænt hana. Vís meira Leikárið 2016-17 Café Gløgg 2016 Kom og set hol á eitt stuttligt kvøld við dansi, sangi, látri og skrøgg fyri allar pengarnar. Vís meira Leikárið 2015-16 Heksirnar Kendi familjuleikurin eftir kenda rithøvundan Roald Dahl Vís meira Leikárið 2015-16 Café Gløgg 2015 Kom og set hol á eitt stuttligt kvøld við dansi, sangi, látri og skrøgg fyri allar pengarnar. Vís meira Leikárið 2015-16 Jørðin er eitrað Kærleiki, longsul, vón, bumbur og kleynur á palli Vís meira Leikárið 2015-16 Trøllajól Á jólum mugu øll royna at skikka sær væl – men tað er ikki altíð so lætt. Hjá teimum báðum gentunum Sáru og Onnu gongur heilt galið, og tær enda inni í trøllafjallinum... Vís meira Leikárið 2014-15 Kravravnar Ein skemtisorgarleikur um hevnd, sálarliga manipulatión og maktspælið millum kynini Vís meira Leikárið 2014-15 Orsaka Ein komisk tragedia ella ein tragisk komedia Vís meira Leikárið 2013-2014 Sunneva #57725 At veruleikin ofta er undrunarsamur, spennandi, lívsjáttandi og ikki minst ræðandi og skelkandi finnast nógv prógv fyri. Søgan um frælsishetjuna, Sunnevu Sandø, er eitt av teimum. Sunneva #57725 er ein vitnisburður um leiðina hjá Sunnevu Sandø inn í fangið á eirindaleysu Nazismuni undir ræðustýri Týsklands. Vís meira Leikárið 2013-14 Tóm rúm “Tóm Rúm” er leikur um familjuna og rúmini í húsinum, um at missa og koma til sættis við missin og framtíðina. Vís meira Leikárið 2012-13 + 2013-14 Keisarans nýggju klæðir Keisarans nýggju klæðir snýr seg um ein forfongiligan keisara, ið bara hugsar um klæðir og útsjónd. Hann gloymir púrasta at stýra landinum, og brúkar allar skattapengarnar upp á seg sjálvan. Vís meira Leikárið 2012-13 Myrkursins børn Ein søga um kynsligan ágang; um ógvusligu avleiðingarnar av at vit ikki tora ella megna at siga frá, ikki tora at bróta tøgnina, men heldur royna at krógva og skava útyvir veruleikan. Vís meira Leikárið 2012-13 Sár á sál Sár á Sál er ein beinrakin, poetisk og kensluborin lýsing av einari ólukkuligari støðu, sum vit ongantíð hugsa fer at raka nakran, men, sum tá ið tað hendir, vísir, hvussu sárbar vit øll eru. Vís meira Leikárið 2012-13 Tak teg saman Tak teg saman! er ein samanseting av sjey lagnusøgum við støði í teimum sjey deyðssyndunum. Um sjey tannáringar, ið ikki fylgdu okkara ráðum: Steðgið øra heilavirkserminum; bindið frið í eini 6-7 ár, og lesi Ben Hur! Vís meira Leikárið 2012-13 Harlekin Aldubáran og Tjóðpallur Føroya geva tykkum øllum ein gyltan møguleika, bæði smáum og stórum, at síggja tann litríka tónleika-sjónleikin um HARLEKIN. Vís meira Leikárið 2012-13 LeikREAD 2013 LeikREAD er ein readingfestivalureinhar ein hópur av sjónleikarum lesa og framføra brot úr norðurlendskum leikverkum Vís meira Leikárið 2011-12 Reinsan Ein summarmorgun í 1992 finnur gamla estiska konan Aliide Tru eina unga og útlúgvaða kvinnu uttanfyri húsini hjá sær úti á bygd í Estlandi. Unga kvinnan Zara er blivin lumpað frá sínum heimi í Vladivostok til skøkjulevnað í Europa. Hon er endað í Tallinn saman við sínum alfonsi og er rýmd higani. Báðar kvinnur bera ræðuligar loynidómar og sum leikur fer verða hesi loyndarmál og sambandið kvinnurnar ímillum avdúkaði. Vís meira Leikárið 2011-12 Breaking the Waves Unga gentan, Bess, verður forelskað í Jan, ið ikki er úr bygdini, og arbeiðir á einum boripalli. Hon velur at gifta seg við honum hóast mótstøðu frá familjuni og samkomuni, og tey uppliva tann stóra kærleikan saman. Men sorgarleikurin er ikki langt burturi. Vís meira Leikárið 2011-12 Føroyingasøga ​ Vís meira Leikárið 2011-12 Snati Ævintýrið um Snata snýr seg um drúgvu ferðina hjá einum drongi, sum fer út í stóru verð, har hann møtir nógvum truplum og vandamiklum avbjóðingum. Hann hittir fólk og verur av øllum handa slag, summar góðar, summar óndar. Drongurin fær arbeiði á sjálvari kongsborgini og stóri spurningurin er, um hann mann fara at vinna prinsessuna og hálva kongaríkið? Vís meira Leikárið 2010-11 Meðan vit bíða eftir Godot Eitt kvøld við ein veg og eitt træ. Tveir menn sum bíða eftir Godot. Hvussu leingi hava teir bíðað og hvussu leingi ætla teir sær at bíða og hvørjum bíða teir eftir? Jú, Vladimir og Estragon vita tað væl: Teir bíða eftir Godot. Men hvør er Godot? Og var tað Godot hann æt? Og var tað her? Og var tað í kvøld? Vóru vit eisini her í gjár? Kom avstað. Tað kunnu vit ikki. Hví? Tí vit bíða eftir Godot. Tað passar. Hvat gera vit so? Vís meira Leikárið 2010-11 Kirsiberjagarðurin Kirsiberjagarðurin er um góðsið hjá greivinnuni Ravénskaja. Hon hevur verðið í París í fimm ár, ímeðan hava beiggi hennara og adoptivdótturin havt ábyrgdina av góðsinum. Góðsið hevur skuld uppum skorsteinin orsakað av tí lívinum, sum greivinnan hevur ført. Ein vinur hjá familjuni keypir góðsið fyri at stykkja tað út til summarhús. Hetta er greivinnan hart ímóti, hon vil hava, at tann vakri Kirsuberjagarðurin skal standa so sum hann altíð hevur gjørt, men hon hevur einki boð, hvussu trupulleikarnir skulu loysast. Vís meira Leikárið 2009-10 Heimsins bestu jarðarferðir Hetta er ein sera poetiskur leikur har vit øll, stór sum smá, kenna okkum aftur. Leikurin viðger deyðan á ein poetiskan og natúrligan hátt; deyðan, ið hugtekur og ræðir okkum øll, eisini børn. Hesin leikurin fæst óræddur við hetta evnið, ið vit viðhvørt aftra okkum við at viðgera saman við børnum. Leikurin verður framførdur á Tjóðpalli Føroya frá 15. januar 2010. Síðani verður farið at ferðast kring landið. Vís meira Leikárið 2009-10 Danny Crowe Show Danny Crowe Show – eitt av teimum stóru moralsku íkastunum til einogtjúgundu øld. Eitt reality-talkshow við seks milliónum hyggjarum, har tú kann gerast stjørnan, um bara lagnan hevur verið nóg hørð við teg. Vís meira Leikárið 2009-10 Aftaná undrið Leikurin er um tólv ára gamla Dávid, sum hevur svull á heilanum, og skal royna at sættast við tað. Vís meira Leikárið 2008-09 Kvinnan í svørtum Arthur Kipps fær ein sjónleikara at hjálpa sær, at siga eina søgu. Teir báðir fara undir at seta søguna á pall - men tess meira teir grava í teimum gomlu loyndarmálunum, tess meira tykist tað, sum um søgan um kvinnuna í svørtum ikki er liðug enn, og øll loyndarmál ikki eru loyst... Vís meira Leikárið 2008-09 Café Grugg 2008 ​ Vís meira Leikárið 2008-09 Í Geyma Óvanliga livandi sangleikurin "Í Geyma" er fyri øll í aldrinum 4 til 104 ár og byggir hann á barnabókina við sama heiti eftir Dánial Hoydal Vís meira Leikárið 2008-09 Nordost Vit hitta 3 kvinnur, ein teirra er Tjetjeni og sjálvmorðsbumbukvinna, ein er lækni og hetta kvøld er hon á náttarvakt og situr tí uttanfyri leikusið til reiðar at veita hjálp. Hin triða er farin at njóta ein musikal saman við manni og dóttrið, hesar siga okkum frá hendingin tíma fyri tíma soleiðis sum tær upplivdu tað. Vís meira Leikárið 2007-08 Café Grugg 2007 ​ Vís meira Leikárið 2007-08 Eg eri mín egna kona Á pallinum ein mannligur sjónleikari Hann er í svørtum kjóla og hevur eina hvíta perluketu Hann sigur hann eitur Charlotta von Mahlsdorf Hon hevur eina søgu at siga okkum Vís meira Leikárið 2007-08 Ferðsluálvurin Morreyða ​ Vís meira Leikárið 2006-07 Søgan um ein soldát Søgan um ein soldát snýr seg sum strembanina eftir ungdómi og eydnu. Um at pantseta sál sína fyri mammon Vís meira Leikárið 2006-07 Náttarherbergið Her liva tey og her doyggja tey. Tey elska, snýta, bedraga, drekka og misnýta hvønn annan. Eitt náðileyst lív á botninum, har dagsins fløska er næsta máli. Dapurt, ja, men ikki minnst er hetta eisini ein søga um solidaritet og menniskjaligan hita. Vís meira Leikárið 2006-07 Í Óðamansgarði Í Óðamansgarði er fyrsta føroyska operan ið er sett á pall í Føroyum. Operan byggir á stuttsøguna, Den gale mands have (1960), eftir William Heinesen Vís meira Leikárið 2006-07 Náttin áðrenn skógin Leikurin “Náttin áðrenn skógin” snýr seg um fremmandagerðing, at ongastaðni føla seg heima. Persónurin í leikinum er ein navnleysur fremmandur. Hann er arbeiðsleysur í tí landi hann er fluttur til, har hansara einasti samleiki júst er “arbeiðari” – fremmandaarbeiðari. Vís meira Leikárið 2005/06 Ronja Ránsmansdóttir Ronja veit ikki, at pápi hennara er ránsmaður - ella hvat ein ránsmaður er. Hóast foreldur hennara ávara hana ímóti tí vandamikla og ónda úti í heiminum, vil Ronja uppliva og gera sínar metingar av heiminum sjálv - og eisini vera við til at broyta tann heimin, hon livir í. Vís meira Leikárið 2005-06 Sellofan Sellofan snýr seg um lívið hjá karrierukvinnuni, sum í sínum stressaða dagligdegi roynir at samtvinna egnar arbeiðsambisjónir, barnauppalingina og sexlívið. Men eftirsum tað er heldur trupult hjá henni at náa alt, so verður ymiskt (sum til dømis: reingerð og rudding) útsett til seinni, man skal jú sleppa at hugna sær frammanfyri sjónvarpinum onkuntíð! Vís meira Leikárið 2005-06 Limbo Limbo er ein leikur um jagstran eftir upplivingum og flýggjan frá veruleikanum Vís meira Leikárið 2004-05 Momo ...ella løgna søgan um tíðartjóvarnar og barnið sum fekk menniskjunum ta stolnu tíðina aftur Vís meira

  • 2017-18 | Tjóðpallur føroya

    Leikárið 2017-18 Frumsýning 23.11.17 Café Gløgg 2017 Kom og set hol á eitt stuttligt kvøld við dansi, sangi, látri og skrøgg fyri allar pengarnar. Vís meira Frumsýning 17.02.18 Soli deo gloria 12 søgur um at finna, merkja, fáa, geva, líta á, missa, varðveita, tora, trúgva upp á og ynskja kærleika. Vís meira Frumsýning 24.03.18 Dagbókin hjá Leporello Dagbókin hjá Leporello er ein opera buffa; ein komisk opera, sum kortini hevur ein ávísan álvara. Ein opera um stórar kenslur, ja. Men eisini ein opera um opera. Vís meira Frumsýning 05.06.18 Grønlendski maðurin // Angutivik Grønlendski maðurin byggir á veruligar søgur hjá grønlendskum monnum, og er ein leikur til og um grønlendska mannin anno 2018 Vís meira Frumsýning 20.05.18 Sansalabyrintin - býurin og alt annað Ein tølandi ferð... Ein sansandi dreymur inn í býarinnar hjarta Vís meira Frumsýning 17.03.18 Mín fantastiska skilsmissa Ein romantisk komedia við Kristinu Sundar Hansen í heimskenda og virðislønta einrøðuleikinum eftir Geraldine Aron Vís meira Frumsýning 08.09.17 Ómegd Ómegd er nýskrivaður leikur eftir Kristinu Sundar Hansen. Leikurin snýr seg um trý fólk, tvær kvinnur og ein mann, ið hvør í sær siga sína søgu um teirra lív í parløgum, har samljóð ikki er ímillum partarnar um at geva seg yvir til, ella hava virðing fyri hvørjum øðrum. Frásagnirnar í leikinum byggja allar á veruligar hendingar, og siga tær frá, hvat hendir, tá ið eitt parlag fer av kós, og harðskapurin tekur yvirhond. Vís meira

  • Palllistaligar upplivingar fyri børn og vaksin | Tjóðpallur føroya | Streymoy

    Á plakatini 7. des. 2023 Vís meira Nýggjastu skriv Café Gløgg aftur á Tjóðpallinum ONKI aftur á pall Ein slóðari heiðrarur Instagram Gev eitt gávukort Ein sjónleikur kann vera eitt minni fyri lívið Keyp Fá tíðindabrævið Beinleiðis kunning um leikir, tiltøk og tilboð Melda til

View All
bottom of page