BÝURIN OG ALT ANNAÐ

Sansalabyrint fyri børn, ung og vaksin

”Summi siga, eg eri skaptur av tíð. Nøkur siga, at eg eri skaptur av minnum, ynskjum, gerandisævintýrum og óvanligum løtum. Onnur siga, eg eri skaptur av slóðum,  loyndarmálum og træðrum, drigin av fólki, sum fóru framvið. Og eg, óvikandi, hóast broytiligur, ríkur og livandi, síggi, hvussu lívið fer framvið og tú fagnar tí saman við mær”.

BÝURIN OG ALT ANNAРer ein ferðaframførsla fyri børn, ung, hálvvaksin, vaksin og trøllvaksin; fyri øll, sum hava sansir, dreymar og forvitni.  Øll eru vælkomin inn í hesa tølandi og sansandi skýmingarlabyrintina. Fyri øll úr 7 árum og uppeftir, yngri fylgjast við einum vaksnum.

Áskoðarar fara inn í labyrintina í smáum bólkum hvønn sætta minutt. Ferðin inn í sansalabyrintina tekur í alt uml. 45 min. Atgongumerki skulu keypast til eina ávísa tíð.


LUTTAKARAR (íbúgvar): Gabriel Hernandez og Marga Socias, leikstjórar
Hans Tórgarð, Katarina Nolsøe, Dan Helgi í Gong, Johan Holm Simonsen, Rakel Helmsdal, Bjørk Tórgarð, Felisia Helmsdal og Gunnvá Zachariasen, fyriskipari og íbúgvi. 

BYGGJARAR: Thomas Roper, Bárður Jónsson, Bjørn Ulvdal Simonsen. 

TJÓÐPALLUR FØROYA: Jenny C. Petersen, stjóri, Katrin Bonde, búnar, Fríða Midjord, fyrisiting.

LEIKSTJÓRAR: Gabriel Hernandez og Marga Socias | Byggjari: Thomas Roper | Stigtakari og framleiðsla: Gunnvá Zachariasen

Samstarv við TVAZZ