Frá Grímu til Tjóðpall - føroyska yrkisleiklistasøgan

Tað var í 1977, at Føroya fyrsti yrkissjónleikarbólkur varð stovnaður. Eyðun Johannessen, fyrsti føroyingur í søguni við útbúgving sum sjónleikari, saman við 4 amatørleikarum úr Havnar Sjónleikarafelag stovnaði bólkin.

Leikararnir vóru: Rosa á Rógvu, Birita Mohr, Egi Dam og Kári Øster. Bólkurin fekk navnið Gríma.

Eyðun Johannessen var um hetta mundið settur sum sjónleikararáðgevi av Føroya Landsstýri, - og hansara løn var fíggjarliga grundarlagið undir virkseminum hjá teimum 5 í bólkinum. 

Í fyrstuni var hildið til í Sjónleikarhúsinum - men stórur dentur var eisini lagdur á at ferðast kring landið við leikum.  Onnur endamál vóru longu frá byrjan, at spæla barnaleikir og at seta nýskrivað føroysk handrit á pall. 

Limir í Grímu hava gjøgnum árini sjálvir skrivað leikir, sum byggja á føroyskan skaldskap og føroyska søgu. Fyrsta leikverkið, Kvæðið um Kópakonuna, kom til "á gólvinum", og hesin framferðarháttur er ofta nýttur síðani. Nevnast kunnu Tornið á Heimsins enda, Lagnuklingra og Royndin - variatiónir yvir Nólsoyar Páll.

Umstøðurnar at virka undir hava sjálvdan verið góðar - pengarnir smáir, og innivist hevur dúvað uppá vælvild frá Sjónleikarhúsinum, Norðurlandahúsinum og øðrum. Manningin hevur eisini skift gjøgnum árini, men Gríma hevur altíð onkursvegna hóra undan.

Løgtingið hevur øll árini latið stuðul til leikbólkin Grímu, og í 1989 varð allur stuðul til sjónleik yvirhøvur samskipaður undir Leikpalli Føroya, ein sjálvsognarstovnur sum hevði til endamáls at lata stuðul til bæði áhuga- og yrkissjónleik. Leikpallur Føroya virkaði fram til 2005, tá Tjóðpallurin varð stovnaður, og leiklistaráðið tekur sær nú av hesum uppgávum.

Í 1993 fekk Gríma innivist á Gamla Meiarínum í Tórsgøtu 9. Fyrst var bert pláss til skrivstovu og eitt lítið venjingarhøli, men í 1998 stóð framførsluhølið klárt. Og sama ár helt Gríma tjúgu ára føðingardag sín við stórfingnari framførslu av Dreymi Jóansøkunátt eftir William Shakespeare.

Eyðun Johannessen og Jenny C. Petersen vórðu sett í starv sum leikhúsleiðarar í 2000, við tí endamálið at fáa Føroyskan Tjóðpall settan á stovn. Hetta gjørdist veruleiki í 2005, og Tjóðpallurin hevur síðani húsast á Meiarínum.