Um Leiklistaráðið

Leiklistaráðið verður tilnevnt av Mentamálaráðharranum sambært lóg og kunngerð fyri Tjóðpallin og Leiklistaráðið. Ráðið hevur yvirskipaðu leiðsluna av Tjóðpallinum og:

  • setir stjóran fyri Tjóðpallin
  • hevur minst fýra fundir um árið, har leikskrá, fíggjarstøða, fíggjarætlan og onnur mál av týdningi fyri Tjóðpall Føroya og leiklist sum heild verða umrødd
  • góðkennir fíggjarætlan fyri komandi fíggjarár og staðfestir virksemi stovnsins eftir tilmæli stjórans
  • skal tryggja samstarvið millum Tjóðpall Føroya, Meginfelag áhugaleikara Føroya, aðra leiklist og onnur lista- og mentanarøki, og ráðgeva landsstýrismanninum í leiklistaligum spurningum
  • ger tilmæli til landsstýrismannin um stuðul til yrkisleiklist.

Leiklistaráðið verður valt fyri trý ár í senn og telur sjey fólk. Landsstýriskvinnan tilnevnir tvey umboð, har annað er formaður. Hinir limirnir í Leiklistaráðnum verða tilnevndir av ávikavist Leikarafelag Føroya, Meginfelag Áhugaleikara Føroya, Listafólkasambandi Føroya, Tórshavnar Býráð, umframt at starvsfólkini á Tjóðpalli Føroya velja eitt umboð. 
 

Leiklistaráðið fyri tíðarskeiðið 1. desember 2017 til 30. september 2020:

leiklistaráðið-klipt.jpg
 

Ingibjørg Berg, forkvinna, tilnevnd av landsstýriskvinnuni
Oddfríður M. Rasmussen, tilnevndur av landsstýriskvinnuni
Noomi Reinert, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya
Birna Heinesen, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya
Annfinnur Heinesen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya
Jóan Petur Hentze, eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð
Beinta Clothier, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya