Kristina Sørensen Ougaard

Kristina Sørensen Ougaard byrjaði at spæla sjónleik í Sjónleikarhúsinum við ungdómsbólknum Brim og Spírar í 90´unum. Síðani valdi hon at fara á dansiskúla á London Contemporary Dance School, The Place, og seinni fór hon undir víðariútbúgving sum sjónleikari á London Drama Centre.

Síðani 2005 hevur Kristina starvast sum dansari og sjónleikari burturav. Hon hevur arbeitt nógv uttanlanda og turnérað nógv við ymiskum leikbólkum, t.d. Jo Strømgren og Livingstones Kabinet. Harumframt hevur hon eisini starvast sum koreografur og undirvísari.

Á Tjóðpallinum hevur Kristina spælt við í Café Grugg, Aftaná undrið og The Danny Crow Show. Eisini er hon ein av stovnarunum av eksperimenterandi leikbólkinum Det Ferøsche Compagnie

 

Kristina Sørensen. Sjónleikari, dansari, koreografur og undirvísari

Kristina Sørensen. Sjónleikari, dansari, koreografur og undirvísari