HEKSIRNAR

- Ein leikur fyri alla familjuna -

Hesin leikurin er um heksir. Av teimum, sum eru til. RÆTTULIGAR HEKSIR. Í ævintýrum plaga heksir altíð at vera í fjákutum, svørtum hatti, í svørtum kappa, og tær flúgva á kustaskafti. Men hetta er onki ævintýr. Sjálvur havi eg tvær ferðir sæð heksir. Fyrru ferð slapp eg heilskapaður undan, men seinnu ferð gekk verri ... Men tá saman um kemur eri eg enn á lívið, so sjáldsamur eg annars síggi út. Men lat okkum byrja frá byrjanini ...

“Heksirnar” er familjuleikur eftir kenda rithøvundan Roald Dahl. Tað er David Wood, ið hevur umskrivað væl umtóktu barnabókina til leik. Laura Joensen hevur týtt leikin, við stuðli úr týðingini hjá Eyðuni Andreassen av bókini.

Tað er ein serlig sýning, ið Kristina Sundar Hansen hevur leikstjórnað, har er spenningur, eymleiki, sorg, keipur og skemt, alt í somu sýning. Afturat sær hevur Kristina fingið Hansinu Iversen at gera pallmynd og búnar. Tað er ein royndur leikarahópur, sum fevnir um kendar sjónleikarar sum Hans Tórgarð, Katarinu Nolsøe, Lauru Joensen, Páll Danielsen, Sóley Danielsen, Jákup Dahl Wardum, Petur Meinhard E. Andersen og Nicolaj Falk.  Fleiri teirra sleppa at royna seg í fleiri leiklutum.

Heksahópurin