HAVFRÚGVIN

Eitt maritimt trýkantsdrama 

 

Á stálpallinum - millum kærleika og fiskivinnu - hitta vit Olivar, ið gjørdist avlamin á trolaradekki‚ hvørs einasti reiðskapur nú eru kjafturin og myndatólið. Gjøgnum hansara kritisku eygu, og sambondini sum hann hevur við familju og kenningar, uppliva vit Føroyar í dag.

HAVFRÚGVIN er ein nútíðarleikur um kærleika‚ dreymar og líkasælu, har sambond knýtast og slitna og lívið fer sína kós. Jóanes Nielsen setur sjóneykuna á menniskja í vakstrarsamfelagnum Føroyar 2016.


Tey luttakandi:

 

LEIKARAR Hjálmar Dam, Høgni Olsen, Beinta Clothier, Annika Johannessen, Eyð Matras, Súsanna Tórgarð og Páll Danielsen
LEIKSTJÓRI Eyðun Johannessen
PALLMYND OG BÚNAR Sámal Blak
TÓNLEIKUR OG LJÓÐMYND Jens L. Thomsen
LJÓSDESIGN Turpin Napoleon Djurhuus
VIDEO Heiðrik á Heygum

 

Myndir: ©Heinesen myndir

HAVFRÚGVIN er triðja stórverkið eftir Jóanes Nielsen, ið verður pallsett á Meiarínum. Í 2001 framførdi Gríma “Eitur nakað land weekend?”, ið vann Norðurlendsku Dramatikara-virðislønina og í 2009 var leikurin “Aftaná Undrið” framførdur á Tjóðpallinum.


Eitt spennandi toymi av ungum føroyskum listafólkum

Leikstjóri er Eyðun Johannessen og afturat sær hevur hann hesuferð eitt heilt serstakt toymi av ungum og dugnaligum føroyskum listafólkum. Altjóða pallsniðgevin Sámal Blak ger pallmynd og búnar. Sámal hevur gjørt pallmyndir til operur, sjónleikir og konsertir kring heimin og hevur vunnið fleiri virðislønir. Tónaskaldið Jens L. Thomsen, ið vit m.a. kenna frá bólkinum ORKA, ger tónleik og ljóðmynd. Filmsleikstjórin Heiðrik av Heygum, ið gjørdi ræðufilmin SKULD og videoløg fyri m.o. EIVØR og BYRTA, stendur fyri videoframleiðslu. Turpin N. Djurhuus stendur fyri ljósdesigni og Gunn Reginsdóttir Joensen er koreografur.