Á Café Gløgg fær onkur nøkur uppiborin høgg frá teimum fýra á pallinum og tí fimta við klaverið. Og eru tey ikki snøgg? Í hvussu so er teirra pløgg, og kanska er alt ikki tað bera skrøgg.
Men eitt er víst, kemur tú, fært tú ein løgg - við drúss.

Fýra gløggir og snøggir leikarar:

Hans Tórgarð
Súsanna Tórgarð
Beinta Clothier
Nicolaj Falck

...og ein framúr gløggur kapellmeistari:

Magnus Johannessen

Fá eina góða byrjan upp á eitt hugnaligt kvøld

Sýningin varir umleið ein tíma og er eitt gott høvi at fáa eina góða byrjan upp á eitt gott kvøld í býnum, áðrenn tit fara út at eta, á café ella til hús at flenna og práta víðari.

Atgongumerkini kosta 225 kr, íroknað eitt glas av gløgg (virði 50 kr). Møguleiki verður eisini fyri at keypa sær okkurt leskiligt undir sýningini.