Facebook stjerner Færøerne.jpg

TANN GRØNLENDSKI MAÐURIN er ein leikur til og um grønlendska mannin. Um hansara dreymar, kærleika, lív, longsul, seksualitet, gleðir og sorgir. Ein leikur, ið byggir á veruligar søgur hjá grønlendskum monnum.

Leikurin er um grønlendska mannin anno 2018; um hansara samleika, sjálvsfatan og sambandið við kvinnuna, seg sjálvan, sín kropp, sín seksualitet, sín aldur, sínar forfedrar, síni børn. Hansara avbjóðingar í mun til at vera maður og í mun til ein heim í broytingum. Leikurin fer afturum mytuna og fordómarnar og ger upp við ta miðlaðu og stereotypu myndina sum nógvir grønlendskir menn dragast við ynskir at geva honum eina nýggja byrjan.

Í montasjum av tónleiki, dansi, kroppi og elektronikki lýsa fýra grønlendskir sjónleikarar tann grønlendska mannin.

Konsept: Hanne Trap Friis (DK) og Susanne Andreasen (GL)
Leikstjóri: Hanne Trap Friis (DK)
Høvundur: Niviaq Korneliussen (GL)
Dramaturgur: Susanne Andreasen (GL)
Leikarar: Hans-Henrik Poulsen, Klaus Geisler, Kristian Mølgaard og Miki Jacobsen.
Ljóssniðgeving: Morten Ladefoged (DK) og Gerth Lyberth (GL).
Ljóðsniðgeving: Gerth Lyberth (GL) Pallmynd: Camilla Nielsen (GL)
Foto og grafikkur: Gerth Lyberth (GL).

Longd: 70 minuttir
Tíð: 5. og 6. juni
Stað: Tjóðpallur Føroya
Málbólkur: Vaksin (15 ár og eldri)

Leikurin er ein ein samframleiðsla millum Grønlendska tjóðpallin og Teater Freeze Productions og vitjar  Føroyar eftir at hava verið á leikferð í Danmark.