TÚ ERT HER:
Kalendarin
desember 2014
Mi
Fr
Le
Su
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
31
 
 
 
 
Tíðindabræv
Navn 
Teldupostur 

Tóm rúm


 
 
FØROYSK FRUMSÝNING Á TJÓÐPALLINUM
 
Leygardagin 15. februar sýnir TJÓÐPALLUR FØROYA nýtt leikverk eftir ein av okkara virknastu skaldum, Marjun Syderbø Kjelnæs
 
Leikurin “Tóm Rúm” er fyrsta leikverk hjá Marjuni S. Kjelnæs. Hon hevur áður gjørt vart við seg sum stuttsøgu- og skaldsøguhøvundur og sum yrkjari, m.a. við yrkingasavninum “Rót Trip” og ungdómsskaldsøguni“Skriva í sandin”, sum í 2011 vann Norðurlendsku barnabókmentavirðislønina hjá skúlabókavørðum og varð tilnevnd til Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2012 og Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2013. Í 2009 fekk Marjun 3-ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins.
 
“Tóm Rúm” er leikur um familjuna og rúmini í húsinum, um at missa og koma til sættis við missin og framtíðina.
Hon og Hann (Annika Johannessen og Annfinnur Heinesen) liva sítt lív í ávíkavíst hjúnakamarinum og tí tóma barnakamarinum, har minnini og fortíðin og tær gomlu leikurnar eru einasta innbúgv. Meðan Hann vil fjala seg í minnunum og eini vón um okkurt hinumegin, so roynir Hon at bróta upp úr nýggjum og koma víðari. Fortíðin leggur seg uppí, og knappliga er tað trygga fundamentið ikki sterkari enn ridlandi barnastólar.
Tú toyggir teg, rættir teg eftir onkrum. Eftir hvørjum? Tí sum var har! Um tað nakrantíð var? Tómrúm í tómum rúmum.
 
Leikurin hjá Marjuni er eitt eksistensielt drama um lívið og kærleikan, vónloysið og vónina.
Hetta er ein stór og krevjandi uppseting, og tað eru sum altíð nógv góð fólk, ið arbeiða fyri at fáa leikin á pall. Tað er Eyðun Johannessen ið leikstjórnar, afturat sær at gera pallmynd og búnar hevur hann eysturríkaran Manfred Blaimauer, ið eisini gjørdi pallmyndina til “Meðan vit bíða eftir Godot” í 2011. Tróndur Bogason Hansen hevur skrivað nýggjan sermerktan tónleik til leikin, Árni Baldvinsson er ljósdesignari og Jón McBirnie hevur gjørt ljóðmyndina, meðan Vígdis Hentze Olsen er komin til Føroyar at koreografera.
 
Á pallinum síggja vit føroyskar leikarar, vit ikki vanliga síggja saman á palli, búsettir í og uttanfyri Føroyar. Tey eru Annika Johannessen, Annika Hoydal, Annfinnur Heinesen, Hjálmar Dam og Nicolaj Falck. 
 
Sangin hava Eivør Pálsdóttir og Ólavur Jákupsson lagt rødd til. Tróndur Bogason Hansen, Jóhannes Andreasen, Ólavur Olsen, Angelika Nielsen, Andrias Restorff og Jón McBirnie hava spælt tónleikin inn.
 
Leygardagin 15. februar klokkan 19.00 hevur leikurin “Tóm rúm” heimsfrumsýning á Tjóðpalli Føroya. Sýningar verða annars kl. 19.30 týs- til fríggjadag, og kl. 18.00 leygar- og sunnudag.
 
Atgonumerki á kr. 225,- fáast á Kunningarstovuni í Havn, info@tjodpallur.fo og við dyrnar 1 tíma undan sýning