
Tjóðpallurin sýndi í novembur 2011 stórleik. Her kann tíðndaskrivið lesast, sum var sent út í sambandi við hetta. Sí eisini vinstra bredda.
Talan er um finska leikin ”Pudhistus” (Reinsan), sum var undangonga til kendu skaldsøguna ”Renselse”eftir Sofi Oksanen.
Sofi Oksanen vann Norðurlendska Bókmentaprísin í 2010 fyri skaldsøguna ”Renselse”. Nú verður søgan sýnd sum sjónleikur á Tjóðpallinum. Hans Tórgarð hevur týtt leikin til føroyskt.
Danin Kim Dambæk er leikstjóri. Oana Constantineanu. (Dk.) er scenograf.
Við eru 6 leikarar, 3 kvinnur og 3 menn.
Søgan gongur fyri seg í tveimum tíðarskeiðum: í Estlandi í 1940'unum, tá Estland varð hersett av Stalin og estar í túsundavís vórðu tvangsfluttir til Sibiria og í 1992, eitt ár eftir, at Estland varð sjálvstøðugt. Ein summarmorgun í 1992 finnur tann gamla estiska konan Aliide Tru eina unga og útlúgvaða kvinnu uttanfyri húsini hjá sær úti á bygd í Estlandi. Unga kvinnan Zara er blivin lumpað frá sínum heimi í Vladivostok til skøkjulevnað í Europa. Hon er endað í Tallinn saman við sínum alfonsi og er rýmd higani. Báðar kvinnur bera ræðuligar loynidómar og sum leikur fer avdúkast hesi loyndarmál og samband kvinnurnar ímillum.
”Evnini í skaldsøguni, kærleiki, svik, vald og valdsloysi, eru tíðarleys. Við einum sjáldsama neyvum og rámandi máli lýsir Oksanen, hvat søgan ger við einstaka menniskja og søgunnar nærvera í nútíðini”, ljóðaði m.a. motiveringin frá dómsnevndini, tá bókin varð heiðrað við norðurlendska bókmentaprísinum í 2010.
Søgan ”Pudhistus” varð upprunaliga skrivað sum sjónleikur, men út frá leikritinum vaks skaldsøgan, sum kom út í 2008 og sum gjørdist nummar eitt á bestseljaralistanum beinanvegin.
Framførslur í Stokkhólmi, Oslo, Reykjavík og í Havn.
Í hesum leikaári verður ”Reinsan” uppsettur í fýra norðurlendskum høvuðsstøðum: Í Oslo (National Teateren), í Stokkhólmi (Stadt teatern), í Reykjavík (Thjóðleikhúsið)og á Tjóðpalli Føroya í Tórshavn. Fyrr í ár varð leikurin framførdur á La Mama Experimental Theatre í New York. Í Finlandi hava verið einar sjey uppsetingar av Reinsan síðani 2007, umframt í Estlandi.
So ikki kann sigast annað enn at føroyskir áskoðarar nú fáa ein stóran leik, eins og áskoðarar í øðrum europeiskum stórbýum. Nógvir føroyingar hava longu lisið skaldsøguna Renselse og Stalins Køer, sum eru tær, sum eru týddar til danskt. Renselse er sera nógv umbiðin sambært bókahandlum og bókasavninum. Og í november ber so til at fara oman í Tjóðpallin at síggja søguna sum sjónleik.
Ein psykothrillari, sum leikstjórin Kim Dambæk lýsir leikin at verða. Við einum minimalistiskum palli verður hetta puslispæl, sum Reinsan er, løgd ber fyri áskoðaran.
Frumframførsla á Tjóðpalli Føroya verður leygardagin 5. nov.
Atgongumerkir á kr. 200,- fáast á Kunningarstovuni, info@tjodpallur.fo og við dyrnar 1 tíma undan sýning

"Eg gevi hervið leikinum Reinsan eftir Sofi Oksanen mítt allarbesta besta viðmæli"
"Fimm stjørnur av fimm møguligum"
Lurta eftir ummælinum í In Mente
"Um ein nál datt á gólvið á Tjóðpallinum leygarkvøldið, hevði tað kenst sum ein bumbuspreinging. "Reinsan" rúnarbindur teg frá fyrsta minutti til leiklokf"
Les ummælið á Dimma.fo, krevur login.
"Eg skrivi ikki hesar reglur, tí eg havi nakað serligt skil fyri sjónleiki, men í takksemi fyri eitt bergtikandi upplivilsi, sum eg vóni, at so nógv, sum rúmast í hesum eyðmjúku hølum á gamla meiarínum hesar dagarnar í november, kunnu fáa lut í."
Les ummælið hjá Hans Paula Strøm